Nú eru tað bara ÍF og EB/Streymur

2012 kappingin verður liðug leygardagin 6. oktober. Tað eru fýra umfør eftir av kappingini, og nú er tað mest sum greitt, at tað verður EB/Streymur ella ÍF, sum 6. oktober fer at vinna FM. Báðir FM favorittarnir vunnu í kvøld á útivølli. Næstu kappingarneytarnir mistu allir stig: KÍ megnaði eitt stig á heimavølli, Víkingur tapti á heimavølli, og HB tapti á útivølli.

Arnbjørn Hansen hevur leingi verið skaddur. At hann nú er komin fyri seg aftur sást í Gundadali, har EB/Streymur vann 4-1 á B36. Arnbjørn Hansen skoraði trý mál, og Hans Pauli Samuelsen skoraði eitt - við høvdinum! Jákup á Borg minkaði um munin til 1-2 tíðliga í 2. hálvleiki, og tá var eina lítla løtu spenningur í. So vóru Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen aftur upp á spæl, og tá punkteraði tað orduliga. Síðstu løtuna var B36 undirmannað, tí Símun Hansen var rikin av vølli.

Tað kendist vera risa avbjóðing, tá ið fuglfirðingar fóru út um Varmakeldueið. Men har var eingin slingur í valsinum. ÍF vann 3-0, og enn eina ferð var Clayton Soares rættuliga eyðsýndur. Dánjal á Lakjuni legði ÍF á odda í 1. hálvleiki, og síðani skoraði Clayton Soares tvær ferðir. Sigurin mundi kennast rættuliga tryggur, tí báðir málskjúttarnir fóru av vøllinum, áðrenn tíðin var runnin. Harvið er ÍF framvegis tvey stig og væl betri málmun aftanfyri EB/Streym.

Seinnapartin spældu KÍ og TB í Klaksvík. Tvøramenn vóru øgiliga uppsettir, og fyrra partin av 1. hálvleiki høvdu teir fleiri heilt stórar møguleikar. Ikki minst Dmitrije Jankovic, sum hesa ferð var fremsti maður í TB álopinum, hevði stóran møguleika, sum hann misnýtti longu í fyrsta minuttii.

Kristoffur Jakobsen legði KÍ framum stutt undan steðginum. Óli Johannesen javnaði fyri TB eftir steðgin. Bæði málini vórðu skorað við høvdinum. Síðstu løtuna var KÍ undirmannað, tí Ivan Joensen var útvístur.

NSÍ skoraði tvey mál í 2. hálvleiki og vann harvið 2-0 á heimavølli ímóti HB. Sigurin ber við sær, at NSÍ nú hevur lyft sær upp á síðuna av B36, sum er á sætta plássi. Árni Frederiksberg, sum man vera ársins spælari í Runavík, og innskifti Jens Joensen skoraðu málini. Alt tos í Runavík um hóttan av niðurflyting er tagnað, og ynskið um europeiska luttøku í HB kámaðist í Runavík í kvøld.

FC Suðuroy vann á heimavølli 2-1 á B68. Hetta var triði sigurin hjá FC Suðuroy í ár. Spurningurin er, um B68 ella TB skal flyta niður saman við FC Suðuroy. Nú eru hesi bæði lið um lið í stigum. B68 er undir strikuni, tí málmunurin hjá TB er betri. Tað er góður møguleiki fyri, at avgerðin um niðurflytingina ikki verður greið fyrr enn eftir síðsta umfarið, tá ið TB fær vitjan av B68! Toftamenn vóru undirmannaðir síðstu løtuna, tí miðvallarin Jann Ingi Petersen var rikin av vølli eftir at hava sæð gula kortið tvær ferðir. Jónleif Højgaard legði B68 á odda í 1. hálvleiki. John Tordar Poulsen javnaði við brotssparki tíðliga í 2. hálvleiki, og Dan Djurhuus skoraði úr spískum í hðgru sigursmálið í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.

 

B36-EB/Streymur 1-4 (0-2)

0-1: Arnbjørn Hansen 12.

0-2: Arnbjørn Hansen 25.

1-2: Jákup á Borg 48.

1-3: Hans Pauli Samuelsen 60.

1-4: Arnbjørn Hansen 87.

Reytt kort: Símun Hansen, B36, 73.

Víkingur-ÍF 0-3 (0-1)

0-1: Dánjal á Lakjuni 13.

0-2: Clayton Soares 52.

0-3: Clayton Soares 69.

KÍ-TB 1-1 (1-0)

1-0: Kristoffur Jakobsen 41.

1-1: Óli Johannesen 77.

Reytt kort: Ivan Joensen, KÍ 74.

NSÍ-HB 2-0 (0-0)

1-0: Árni Frederiksberg 78.

2-0: Jens Joensen 90.+2.

FC Suðuroy-B68 2-1 (0-1)

0-1: Jónleif Højgaard 37.

1-1: John Tordar Poulsen br 54.

2-1: Dan Djurhuus 90.+2.

Reytt kort: Jann Ingi Petersen, B68, 75. (2 gul)

 

Støðan eftir 23 umfør

EB/Streymur 48

ÍF 46

KÍ 41

Víkingur 40

HB 35

B36 30

NSÍ 30

TB 20

B68 20

FC Suðuroy 9

 

24. umfar

Leygardagin 15. september

B36-FC Suðuroy

Sunnudagin 16. september

EB/Streymur-KÍ

ÍF-NSÍ

TB-Víkingur

HB-B68

 

---

 

LIÐUGT!

1-4

 

90 min.

1-4: Arnbjørn Hansen

Fyri triðju ferð í kvøld hevur Arnbjørn Hansen skorað í Gundadali. Harvið er EB/Streyma leiðslan 4-1. Hesa ferð átti Jónhard Frederiksberg næstsíðsta fótin á. Hann lyfti bóltin úr vinstru og mitt fram fyri málið, har Arnbjørn Hansen setti krúllin undir bóltin, sum sigldi omanfyri Meinhard Joensen, ið var komin út úr málinum.

Arnar Dam hevur avloyst Pætur Dam Jacobsen, og Jóhannes Hansen hevur avloyst Arnbjørn Hansen.

 

80 min.

1-3

Tað er rættuliga deydligt í Gundadali, og sigurin tykist vísur hjá EB/Streymi, sum fullkomuliga hevur tak á tí.

 

75 min.

1-3

Símun Hansen, sum hesa ferð er høgri vongverji hjá B36, er vístur av vøllinum eftir samanbrest við Gert Hansen. Vongverjin hjá EB/Streymi er borin á børu av vøllinum.

Árni G. Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Gert Hansen.

 

70 min.

1-3

Talan er um tómgongd í Gundadali. EB/Streyma menninir eru væl nøgdir við støðuna, og B36 megnar ikki at seta oddaliðið undir trýst.

 

65 min.

1-3

Triðja EB/Streyma málið hevur tikið spenningin úr uppgerðini. EB/Streymur hevur rættuliga fingið tak á spælinum, og teir eru avgjørdir í verjupartinum. B36 er fallið eitt sindur í fátt, eftir at EB/Streymur økti um leiðsluna.

Karl Martin Danielsen er komin inn á B36 liðið.

 

60 min.

1-3: Hans Pauli Samuelsen 60.

So hevur EB/Streymur aftur lagt sjógv millum seg og B36. Leif Niclasen sneiddi seg leysan í høgru, lyfti innfyri, og har var Hans Pauli Samuelsen, sum við høvdinum setti bóltin í málið!

 

55 min.

1-2

B36 er ernað rættuliga nógv eftir, at heimaliðið hevur minkað um munin. B36 spennir álopsbogan, og tað ber møguleika við sær fyri snarálopum, og tað er støðan, sum EB/Streymur líkar sera væl!

 

50 min.

1-2: Jákup á Borg 49.

Spenningur er komin aftur í Gundadal. B36 vann bóltin av EB/Streymi, sum var á veg í álop. Umstillingin var skjót og góð. Heini í Skorini spældi við langari og neyvari sending Jákup á Borg leysan, og Jákup var tryggur, tá ið hann var leysur frammanfyri René Tórgarð.

 

HÁLVLEIKUR

0-2

Arnbjørn Hansen er í hopla, eftir at hann leingi hevur verið darvaður av skaða. Við tveimum málum - í 13. og 25. minutti - hevur toppskjúttin lagt EB/Streym á sigurskós.

B36 hevur havt risa møguleika eftir fríspark og hálvbjarging, men bólturin varð úr stuttari fjarstøðu sendir við síðuna av málinum.

 

45 min.

0-2

 

35 min.

0-2

EB/Streymur hevur væl betri tak á samanspælinum enn B36, sum kortini hevur havt tvær góðar royndir.

 

25 min.

0-2: Arnbjørn Hansen 25

Meinhard Joensen hálvbjargar í stórum stíli eftir roynd frá Hans Paula Samuelsen, men Arnbjørn Hansen var fyrstur á returinum.

Jonas Flindt Rasmussen gult kort fyri ógvusligt fríspark ímóti Arnbirni Hansen.

 

20 min.

0-1: Arnbjørn Hansen 13.

Toppliðið er greitt omaná, og eftir innlegg úr høgru hevur Arnbjørn Hansen skorað. Í fyrstu atløgu sendi hann við høvdinum í tvørtræið, og so var hann fyrstur á returbóltinum. Tíðliga í 1. hálvleiki var um reppið, at Arnbjørn Hansen setti hol á, tá hann var leysur eftir kiksaða afturlegging, men Meinhard Joensen stórbjargaði.

B36 liðið tykist ikki serliga væl upplagt.

 

B36-EB/Streymur kl. 18.15

Dómari: Ransin N. Djurhuus

B36: Meinhard Joensen - Símun Hansen, Jonas Flindt Rasmussen, Bárður Olsen, Símun Joensen - Heini í Skorini, Atli Danielsen, Róaldur Jacobsen, Gunnar Zachariassen - Jákup á Borg, Rasmus Dan Sørensen

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Levi Hanssen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

 

-----

 

LIÐUGT

0-3

 

90 min.

0-3

Kaj Leo í Bartalsstovu hevði góðan møguleika at minka um munin eftir frísparksinnlegg, men hann stýrdi bóltin við síðuna av málinum.

 

80 min.

0-3

Báðir ÍF málskjúttarnir eru farnir av vøllinum:

Clayton Soares er farin av vøllinum, og í hansara stað er Jákup Johansen komin.

Frank Poulsen er komin á ÍF miðvøllin í staðin fyri Dánjal á Lakjuni.

 

70 min.

0-3: Clayton Soares

Fuglfirðingar hava tamarhald á støðuni, og í løtuni bendir alt á, at teir fara at megna at halda tørn um støðuna í toppinum. Clayton Soares hevur fyri aðru ferð í dag skorað. Hann sneiddi fleiri av mótstøðumonnunum av sær, áðrenn hann legði bóltin í málið!

 

65 min.

0-2: Clayton Soares

ÍF tykist rættuliga vera á sigurskós. Eftir frísparksinnlegg setti Clayton Soares bóltin inn um strikuna.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

 

45 min.

0-1

 

35 min.

0-1

Víkingur er leikliga omaná, men víkingarnir hava ilt við at umseta yvirvágina til málmøguleikar og úrtøku.

 

30 min.

0-1

Víkingur hevur yvirtikið nógv størsta partin av spælinum, men tað higartil hevur tað ikki eydnast at javna.

 

20 min.

0-1

Tað er framvegis tætt og intenst í Sarpugerði.

 

10 min.

0-1: Dánjal á Lakjuni

Fuglfirðingar hava lagt bragdliga fyri i Gøtu. Eftir tíggju minuttir eru teir komnir á odda. Eftir langa frísparksframlegging úr høgru hevur Dánjal á Lakjuni skorað!

 

Líkindini at spæla fótbólt eru hampuliga góð í Norðragøtu, har tað klokkan 17.30 er grannauppgerð millum Víking, sum er á fjórða plássi, og ÍF, sum er nummar tvey. Fyrr í summar vann ÍF 4-1 í Sarpugerði.

 

Víkingur-ÍF kl. 17.30

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Niclas Niclassen, Evrard Blé, Fritleif í Lambanum, Hans Jørgen Djurhuus – Filip Djordjevic

ÍF: Jákup Mikkelsen – Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Høgni Madsen, Thomas Asmussen, Nenad Saric – Clayton Soares

 

---

 

LIÐUGT!

2-0

 

90 min.

2-0: Jens Joensen 90.

Jens Joensen hevði loyst Árna Frederiksberg av. HB spenti álopsbogan, og tað bar NSÍ snarálop við sær. Jens Joensen fekk tamarhald á langari sending, og so setti hann bóltin framvið Teiti Matras Gestsson.

 

 

80 min.

1-0: Árni Frederiksberg 77.

Tað er væl lívligari við Løkin, og nú hevur heimaliðið lagt seg á odda. Árni Frederiksberg var upphavsmaður til álopið, og eftir eitt tvey samanspæl, sneiddi hann seg leysan og setti bóltin í málið.

Stutt frammanundan kendi HB ikki sína vitjunartíð, tá ið Símun Samuelsen varð leysur. Hann lyfti bóltin upp um Kristian Joensen í NSÍ málinum, men eisini upp um málið!

 

75 min.

0-0

Debes Danielsen er komin inn á miðvøllin í staðin fyri Jann Martin Mortensen.

 

65 min.

0-0

Meiri ferð er á spælinum í 2. hálvleiki, og bæði liðini hava spælt seg til møguleikar, men higartil hevur tað ikki eydnast liðunum at skora mál.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45 min.

0-0

NSÍ hevur havt bóltin meiri í 1. hálvleiki, og HB hevur verið beinleiðis í snarálopum. Uppløgdu málmøguleikarnir hava ikki verið so nógvir. Tættast við var HB, tá ið bólturin eftir fríspark brast í tvørtræið.

 

30 min.

0-0

HB hevur havt góða roynd, men frísparkið brast í tvørtræið!

 

NSÍ-HB

Dómari: Páll Augustinussen

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jakobsen, Helgi L. Petersen, Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Magnus Olsen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Andrias á Líknagøtu

 

----

 

LIÐUGT

2-1

 

90 min.

2-1: Dan Djurhuus

Dan Djurhuus sendi innfyri úr høgru, og bólturin sigldi umvegis tvørtræið í málið. Hetta var í síðstu løtu í yvirtíðini, tá ið FC Suðuroy spældi við ellivu monnum ímóti tíggju toftamonnum.

 

75 min.

1-1

B68 er undirmannað, tí Jann Ingi Petersen er vístur av vøllinum, eftir at hann í 2. hálvleiki hevur sæð gula kortið tvær ferðir.

 

55 min.

1-1: John Tordar Poulsen br

Palli Augustinussen fór um koll í brotsteiginum, og dómarin vísti á ellivu metra blettin. John Tordar Poulsen var tryggur.

 

HÁLVLEIKUR

0-1: Jónleif Højgaard 35.

Toftamenn skoraðu tíggju minuttir undan steðginum. Málskjútti var miðvallarin Jónleif Højgaard, sum sneiddi inn úr vinstru og sendi bóltin í málið.

Tað er ógvuliga linligt í dýrdarveðrinum á Vágseiði.

 

FC Suðuroy-B68

Dómari: Lars Múller