Hóast tað er avkavað summastaðni í dag, nú eitt djúpt lágtrýst hevur drigið nógva kalda luft úr Kanada henda vegin, kann enn ikki sigast, at vit fara at fáa eini hvít jól.
Hanus Kjølbro á Viðareiði, sum er sjómansskúlalærari við stórum áhuga fyri veðri og veðurtíðindum, segði fyrr í vikuni, at tað skuldi nógv til, áðrenn vit fingu eini hvít jól.
- Síðani er nógv hent, og vit kunnu sanniliga fáa hvít jól, hóast tað ikki er vist, at tað hendir, sigur hann nú.
Í dag siga veðurtíðindini, at møguleiki er fyri, at toran gongur, men tað heldur Hanus Kjølbro ikki, at vit skulu stúra so nógv fyri, tí tað er sjáldan, at hon slær niður og elvir til skaða
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hvat Hanus Kjølbro segði við Rás2 fyrr í dag.