Talið av deyðum av koronavirus hækkar í nogvum londum, og kring allan heimin eru nú deyð tilsamans 96.000 fólk.
Her er eitt yvirlit yvir talið av deyðum í nøkrum ávísum londum.
Talið av deyðum er gjørt upp fyri seinastu 24 tímarnar klokkan 04 í morgun. Talið í klombrum er ”talið av deyðum fyri hvørji 100.000 fólk”.
Talið í seinnu klombrunum vísir, hvussu nógv talið av deyðum er vaksið ella fallið í mun til dagin fyri.
* Italia: 18.279 deyð tilsamans (30,2). 610 deyð í 24 tímar (+12,5 prosent).
* Spania: 15.447 deyð tilsamans (33,1). 655 deyð í 24 tímar (-12,3 prosent).
* USA: 16.672 deyð tilsamans (4,5). 1904 deyð í 24 tímar (1,7 prosent).
* Bretland: 7978 deyð tilsamans (12,0). 881 deyð í 24 tímar (-6,1 prosent).
* Týskland: 2607 deyð tilsamans (3,1). 258 deyð í 24 tímar (-22,5 prosent).
* Svøríki: 793 deyð tilsamans (7,8). 106 deyð í 24 tímar (+10,4 prosent).
* Danmark: 237 deyð tilsamans (4,2). 19 deyð í 24 tímar (+26,7 prosent).
* Allur heimurin: 95.699 deyð tilsamans. 7255 deyð í 24 tímar (+13,9 prosent).
Kilde: Johns Hopkins University.
/ritzau/