Í desember vóru tilsamans 1.768 føroyingar arbeiðsleysir.
Hetta eru 34 fleiri enn í november vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Arbeiðsloysisprosentið var 6,5%.
Býtt á kyn vóru 900 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 868 mannfólk í desember. Hjá kvinnum vaks talið 24 arbeiðsleys og hjá monnum vaks tað 10, samanborið við november.
Hetta vísir, at enn er ikki vunnið á høgginum eftir húsagangin hjá Fiskavirking.?
Kortini vóru 103 færri fólk arbeiðsloysið í desember í ár enn fyri einum ári síðan.
Stóri vøksturin í arbeiðsloysinum, ið serliga tók seg upp eftir húsagangin hjá Fiskavirking í november í fjør, var í hæddini í februar, men so minkaði tað aftur 398 fulltíðararbeiðsleys frá februar til desember.
Men nú sær út til, at vend aftur er komin í, og arbeiðsloysið veksur aftur. Síðani september er arbeiðsloysið vaksið 184 fólk
Lutfalsliga er arbeiðsloysið størst nógv í Suðuroy, men munurin til hini økini er kortini minkaður í seinastuni.?
Myndin vísir, hvussu arbeiðsloysið er í prosentum í ymsum økjum í landinum og tað sæst, at tað er væl størst í Suðuroy og eisini í Sandoy, men øll hini økini fylgjast so nøkunlunda.