Nú eru meistararnir fremstar

Kvinnur: Fyrsti dystur í síðsta umfari undan summarsteðginum var í gjárkvøldið

Í dag verður punktum sett fyri kvinnukappingina undan summarsteðginum. Tveir dystir eru á skrá.

Í gjárkvøldið varð ein dystur. Meistararnir í EBS/Skála áttu heimavøll ímóti ÍF/Víkingi.

Samansetta liðið var í gjárkvøldið á heimavølli á Skála, har tað endaði við trivaligum 6-0 heimasigri.

Úrslitið ber við sær, at EBS/Skála er topplið í hvussu so er inntil seinnapartin ídag.

EBS/Skála hevur 30 stig og málmunin +41.

HB hevur 28 stig og málmunin +31. Klokkan 15.15 verður grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36.

KÍ, sum hevur 25 stig og málmunin +25, eigur klokkan 12.30 heimavøll ímóti B68.

 

Á Skála í gjárkvøldið var 2-0 eftir fyrra hálvleik. Kára Djurhuus og Ansy Sevdal Jakobsen skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Tíggju minuttir eftir steðgin økti Margunn Lindholm til 3-0, tíggju minuttir seinni økti Silja Augustinussen til 4-0, tíggju minuttir undan leikloki gjørdu gestirnir sjálvmál, og fimm minuttir undan dystarenda staðfesti Kára Djurhuus tennisúrslitið.