Eftir at hava bíðað í 26 tímar eru barnamanningarnar nú við at gera seg klárar at rógva kapp á varmakeldu í Fuglafirði. Í gjár varð kappróðurin útsettur, tí tað ikki vóru róðrarlíkindi. Í dag er øðrvísi, og nú verður kappróður í Fuglafirði.
Ættin er útsynningurvestan, vindferðin er 10-14 metrar um sekundið, sólin kagar undan, og tað eru 11 hitastig í Fuglafirði. Tað er eisini rættuliga slætt í Fuglafirði. Lotið er ikk undan, og tí er tað ikki so sannlíkt, at róðrartíðirnar verða heilt so góðar, sum tær onkuntíð hava verið í Fuglafirði.