Nú eru krøvini komin


Tvøroyar Kommuna hevur nú fingið at vita, hvørji krøv verða sett til hølini, sum nýggi almanna- og heilsuskúlin skal vera í, og nú verður farið at kanna, hvørji høli kunnu brúkast

Tvøroyrar Kommuna fer nú av álvara at leita eftir hølum til tann nýggja almanna- og heilsuskúlan, sum skal vera á Tvøroyri.

Býráðið hevur ikki kunnað útvega høli til skúlan fyrr, tí tað er ikki fyrrenn nú, at tað hevur fingið at vita frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum, hvørji krøv verða sett til hølini og, hvør ætlanin annars er við hesi nýggju útbúgvingini.

Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri, sigur, at sjálvandi hevur býráðið havt onkur høli í kikaranum, men tað er nústani, at tað ber til at hyggja nærri eftir ymsum hølum í kommununi.

-Nú fara vit at meta um tey høli, sum kunnu koma uppá tal útfrá teimum krøvum, sum Undirvísingar- og mentamálaráðið hevur sett, sigur býráðsformaðurin.

Men hann sigur, at býráðið fær ikki so stutt skotbrá at útvega hølini í, sum tað annars hevur verið líkt til, tí skúlin skal ikki byrja 1. januar, sum annars ætlanin hevur verið alla tíðina.

-Vit hava fingið at vita, at skúlin skal hava hølini tøk frá 1. februar at rokna, sigur Dan Nielsen.

Hann sigur, at í fystu atløgu er ætlanin at byrja við eftirútbúgvingini av heimahjálpum. Tað eru styttri skeið fyri tær, sum hava verið heimahjálpir eitt áramál.

Seinni er so ætlanin at fara undir sjálva útbúgvingina, sum tekur longri tíð.

Men Dan Nielsen sigur, at tey hølini, sum kommunan fer at útvega nú, verða bara fyribils.

- Vit fara at finna eini høli nú, men tað verður við teirri treyt, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur funnnið eina varandi loysn um tvey, ella trý ár.

Annars er leiðari fyri skúlan settur og hann skal hava skrivstovu tøka longu frá 1. desember.

Annars hevur skúlin brúk fyri skúlastovu til 20 næmingar og eini venjingarstovu við ymsum hentleikum at vaska og skola o.a.Harafturat skal skúlin hava køk, rúm til ítriv, lærararúm, uppihaldsrúm til næmingar og bókasavn.

Afturat øllum hesum er tað neyðugt at finna bústaðir til næmingarnar, sum jú fara at koma úr øllum landinum.

Men Dan Nielsen ivast ikki í, at brúkilig høli verða útvegað til tíðina.