Nú eru floglíkindi í Vágum

Trý flogfør hava síðani í gjárkvøldið staðið í Íslandi og bíðað eftir floglíkindum í Vágum Tað verður flogið sambært ferðaætlanini í dag, tó við smávegis broytingum í komu og fráferðartíðunum.

Fyrsta flogfarið til Keypmannahavnar fór úr Vágum klokkan 8.15, og flogfarið, sum eftir ætlan skuldu fara til Billund klokkan 11, fer sambært upplýsingum frá Atlantsflog úr Vágum klokkan 12.15.

Fýra flogfør fara sambært ferðaætlanini úr Vágum í dag.

Orsaka av mjørka hava trý flogfør, sum skuldu havt lent í Vágum í gjárkvøldið, staðið í Íslandi í nátt. Flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi havt lent í gjárkvøldið klokkan 20.10, hevur staðið í Reykjavík. Tað kemur sambært atlantic.fo í Vágar klokkan 12.30.

Síðsta flogfarið úr Keypmannahavn í gjárkvøldið hevur verið á Egilstøðum. Tað ætlast at lenda klokkan 12.45 í dag.

Flogfarið, sum í gjárkvøldið skuldi koma úr Reykjavík, verður roknað við fer at lenda klokkan 11.45