Í vikuni, sum fór, minkaði landsliðshópurin hjá kvinnum í flogbólti, sum fyrireikar seg til altjóða kapping á heimavølli niður í átjan spælarar. Tað eru Jóhan Petur á Stongum og hjálparvenjari hansara, Kristian Mikkelsen, sum hava gjørt av, hvørjir spælarar skulu halda fram í fyrireikingunum til kappingina ímóti Kypros, Liktinstein og Írlandi. Talan er um HM/EM kapping, sum verður í Havnini vikuskiftið 23. til 25. mai.
Flogbóltssambandið sigur, at næsta vikuskifti fara allir spælararnir, sum spæla í fremstu deildini í Danmark, til Føroya at vera við í venjingini. Hetta verður fyrsta ferðin, at allir spælararnir fara at venja saman, tí fíggjarliga ber tað ikki til at hava regluligar venjingar við øllum spælarunum saman – teimum í Føroyum og teimum í Danmark.
Fjúrtan spælarar skulu luttaka í kappingini. Tað vil siga, at fýra spælarar aftrat teimum tíggju, sum longu eru sáldaðir frá, verða sáldaðir frá aftrat.
Seks av teimum átjan, sum eru við í fyrireikingunum, spæla í Danmark.
Sofía Purkhús, Elisabeth Purkhús, Eina Kalsø og Birgit Guttesen úr Amager VK.
Urd T. Traðará og Eyð G. Magnussen úr Randers NOVO/Ikast.
Anja S. Danielsen, Eva W. Nagata, Súsanna Ludvig og Anna Sára L. Skaalum úr Fleyr.
Ruth Albinsdóttir, Anna S. Hansen og Barbara H. Poulsen úr Drátti.
Guðrun Joensen, Sóley M. Poulsen og Hanna A. Olsen úr KÍF.
Sharon T. Holm og Femja F. Mortensen úr TB.