Nú eru einir 50 sjúkrarøktarfrøðingar farnir í verkfall

Suðuroyar Sjúkrahús sleppur undan – men tað er ikki vist, at tað verður so leingi

 

Klokkan sjey í morgun fóru einir 50 sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, í verkfall. Tað er avleiðingin eftir at semingsmenninir góvust í royndunum at fáa felagið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og Fíggjarmálaráðið, at semjast um ein nýggjan sáttmála.

Teir sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum eru farnir í verkfall, eru:

· Sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum

· Operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum

· Sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

· Operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á teimum deildum, sum eru raktar av verkfalli, eru kortini teir sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum eru leiðarar og varaleiðarar, framvegis til arbeiðis.

Men eisini Suðuroyar Sjúkrahús sleppur undan verkfallinum, og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at tað er ein avgerð, sum er væl umhugsað.

– Sjúklingar í Suðuroy hava ikki somu møguleikar at verða fluttir ímillum sjúkrahús sum sjúklingar á meginøkinum hava og tí er virksemið á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki skert har. Men Óluva í Gong sigur, at dregur verkfallið út, er tað ikki vist, at tann støða fer at vara við.

Annars hevur hon ongar viðmerkingar til spurningin um verkfallið fer at verða hert, ella nær tað er væntandi, at tað fer at vera hert.

Tá ið bara 50 sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli, merkir, at nógvar eru eisini til arbeiðis og spurningurin er, um tað ikki bara er at draga pínuna út. Hevði tað ikki stytt eitt verkfall at lagt alt lamið beinanvegin, spyrja vit Óluvu í Gong.

– Tað er ein spurningur, vit hava hugsað um, bæði leingi og gjølliga. Men vit eru komin til ta niðurstøðu, at verður alt virksemið lagt lamið, verður tað lættari hjá politiska myndugleikanum at leggja málið fyri Løgtingið fyri at fáa Løgtingið at samtykkja at gera enda á verkfallinum.

Hon sigur, at tey hava fingið nakrar umsóknir um at gera undantøk frá verkfallinum. Summar av teimum eru gingnar á møti, aðrar eru ikki.

Hon sigur, at tey hava givið tey undantøk, tey halda eru neyðug at geva, so at tað er nokk av sjúkrarøktarfrøðingum til arbeiðis fyri at varðveita tað virksemi á sjúkrahúsunun, sum er bráðneyðugt. Men hon sigur, at tey vænta at fáa nakrar umsóknir afturat, og tær verða so viðgjørdar so hvørt tær koma.