Nú eru bert VÍF og VB

Stjørnan fekk greitt og týðiliga at vita, at tær skulu ikki gera sær vónir um at leggja seg í oddastríðið, har tað nú bert tykjast vera VÍF og VB

Kvinnuhondbóltur

Spenningurin í Klaksvík var stórur, nú Stjørnan á heimavølli skuldi seta hol á endaspælið við dystinum móti VÍF. Júst hesi bæði liðini vóru undan dystinum bert eitt stig aftan fyri VB á oddasessinum, og tí var hetta kanska fyrst og fremst ein styrkisroynd, har gerast skuldi av, hvør teirra skuldi elta VB.
Og var tað so, so er tað í dag eingin ivi um, at tað er VÍF, sum hevur fingið tann leiklutin. Uttan stórvegis hóvasták eydnaðist nevnliga teimum gulu at vinna ein tryggan sigur á sambiðlunum í oddastríðnum, og settu tær harvið í fyrstu atløgu Stjørnuna til viks í oddastríðnum.
Fyrstu løtuna var tað annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um somikið sannførandi sigur. Í einar 20 minuttir gekk tað púrasta javnt fyri seg, men so kom ferð á.
Seinastu tíggju minuttirnar undan steðginum vann VÍF 9-1, og so var tann dysturin í roynd og veru avgjørdur. Stjørnan megnaði ongan tíð á nakran hátt at skapa nakran spenning í aftur, og royndu VÍF-leikararnir kundu uttan stórvegis hóvasták koyra sigurin heim.

Útskiljing
Sum nevnt omanfyri, so mundi sigurin eisini vera ein staðfesting av, at tað nú eru VÍF og VB, sum skulu kappast um gullmerkini. VB gjørdi í so máta sína skyldu, tá tær á Skála vundu burtur úr StÍF, sum annars eisini hevur verið væl við í ár.
Og tað er einki at ivast í, at VÍF nú aftur eru um at vera gearaðar til at endurvinna FM-heitið. Við undantakið av dystunum móti Kyndli, so hevur talan eftir eina trupla byrjan verið um sigursgongd hjá liðnum. Verjan og málverjin í felag syrgja fyri, at mótstøðuliðini ongan tíð fáa fótin fyri seg í álopspartinum, og við kontraálopunum, sum hetta kastar av sær, hevur VÍF eitt vápn, sum fyri flestu mótstøðuliðini er lívsvandamikið.
Hjá Stjørnuni var talan hinvegin heldur um eina staðfesting av, at hópurin er í minna lagi, tá tosast skal um gullmerki. Hinvegin var vernadi støðan so als ikki nakað, sum leikarar ella áskoðarar hugsaðu um, tá kappingarárið byrjaði. Bara tað at liðið er við í kappingini um heiðursmerki er eitt gott úrslit higartil, og kunnu tær halda sær somikið ovarliga alt árið, munnu tey flestu vera meira enn væl nøgd.

Dysturin í tølum
Stjørnan-VÍF 17-25 (7-15)
Málskjúttar:
Stjørnan: Danijela Ercevic 8(1), Bára S. Klakstein 4, Natasha Stamenkovic 4, Ragna Andreasen 1
VÍF: Jacklin Durhuus 7(1), Hertha Simonsen 4, Sóley Mikkelsen 4(2), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Nicoleta Radu 3, Fríða Marjunardóttir 2, Eyðritt Andreasen 1
Brotskøst: Stjørnan 4, VÍF 5
Útvísingar: VÍF 4
Dómarar úr Kyndli: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen.