KÍ MÁLVERJAR
Eina ferð í heyst varð á hesum teigum nevnt um allar klaksvíkingarnar, sum eru málverjar í bestu deildini. Alt bendir á, at tað eisini í kappingarárinum, sum stendur fyri framman fara at vera tríggir málverjar, sum eru uppaldir í Klaksvík, í øðrum málum enn í KÍ málinum. Jákup Mikkelsen skal verja B36 málið, Gunnar á Steig skal verja EB/Streyma málið, og Meinhardt Joensen skal verja GÍ málið.
Í fjør vardi Karstin Joensen ÍF málið. Nakað undan ársskiftinum varð greitt, at Karstin í 2005 skuldi verja KÍ málið. Tað er framvegis ætlanin, at Karstin skal standa í málinum á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, men nú bendir okkurt á, at ætlanirnar verða forpurraðar. Karstin er skaddur. Hann fær ikki vant, og tað er ikki so lítil møguleiki fyri, at hann ikki verður førur fyri at spæla, tá ið HB í fyrsta umfarinum í landskappingini, sum verður á skránni 28. mars, fer at vitja í Klaksvík.
- Eg havi avskrivað at vera við, tá ið KÍ 20.mars í fyrsta umfarinum í steypakappingini skal spæla ímóti Fram. Eg vóni framvegis, at tað fer at bera til hjá mær at vera við eina góða viku, tá ið HB kemur norður í fyrsta umfarinum í landskappingini, men eg kvígi fyri, um tað fer at bera til, sigur Karstin Joensen, ið er sera hamur um støðuna, sum hann hevur verið í síðstu vikuna.
- Tá ið vit høvdu vant í eina viku, fór eg at kenna pínu í øðrum knænum. Tað varð roknað við, at talan var um skaða í meniskinum, men tá ið eg varð kannaður á sjúkrahúsinum, staðfesti fremmandi læknin, sum var har, at talan ikki var um meniskskaða. Í staðin var ein slímsekkur tikin burtur. Síðani tá hevur knæið verið rættuliga hovnað, og tríggjar tær síðstu næturnar hevur tað verið torført at sova, tí pínan hevur verið so nógv, og tað var ikki fyrrenn í gjár, at tað so dánt bar til at seta beinið til aftur.
Hvat verður so gjørt nú?
- Í hesi vikuni fari eg saman við KÍ venjaranum til kanningar. Vit vilja hava staðfest, hvør orsøkin er til, at knæið hevur skikkað sær so illa hesa seinastu vikuna, og so vóni eg, at tað fer at bera til at fáa røttu viðgerðina beinanvegin. Eg vóni tað ikki, men tað er kanska møguleiki fyri, at talan skal verða um skurðviðgerð.
Nær verður tú førur fyri at venja aftur?
- Tað dugi eg ikki at siga nú. Eg vóni, at tað verður skjótt, men eg veit, at tað er møguleiki fyri, at tað fara at ganga einar seks ella sjey vikur, áðrenn tað fer at bera til. Eg fylgi við venjingunum hvørt kvøld. Íblásturin er góður og eg iðri meg nógv um, at tað ikki ber mær til at luttaka.
Hvussu er støðan hjá KÍ, tá ið tað ræður um málverjar?
- 17 ára gamli Mathias Samuelsen er góður málverji. Hann var við onkra ferðina í fjør, tá ið Jákup Mikkelsen var skaddur. Eg ivist ikki í, at hann fer at megna uppgávuna væl, um tað verður neyðugt at seta hann í málið, men sjálvandi iðri eg meg um, at tað eftir øllum at døma fara at vera nakrar vikur, áðrenn eg sleppi upp í part aftur, sigur Karstin Joensen, sum ongantíð áður hevur verið knæskaddur.
- Fleiri ferðir hava tað verið trupulleikar við hondini, men ongantíð áður hevur knæið skikkað sær, sum tað nú hevur gjørt tað í eina viku.