Nú eru allir suðuroyingar slopnir heim at halda jól

Smyril kláraði túrin í dag, men tað er aftur væntandi, at ólag verður á siglingini í morgin

Nú eru eru eisini teir suðuroyingarnir, sum hava ligið veðurfastir, slopnir heim at halda jól.

 

Smyril fekk siglt ætlaða túrin í morgun, tí tað hevur verið ein skái ímillum báðar ódnirnar, Barbaru, sum herjaði tollaksmessudag og jólaaftan, og Conor, sum herjar á okkum nú seinnapartin og ikki hæsar av aftur fyrrenn út á dagin í morgin

 

Annars lendu tey seinastu flogførini so seint tollaksmessudag, at ferðafólkini, sum skuldu til Suðuroyar, lukkaðust við Smyrli, tí hann fekk ikki bíðað eftir teimum fyri veður. Og í gjár mátti øll sigling avlýsast.

 

Men í morgun eydnaðist so at sigla ein túr og Smyril er afturkomin á Krambatanga.

 

Niels Harald Michelsen, skipari, sigur, at tað var ikki tað stóra talið á ferðafólki, sum var við. Norðureftir í Morgun vóru 29 ferðafólk við og suðarftur vóru 24 ferðafólk við, sigur hann.

 

Eftir ferðaætlanini skal Smyril sigla tvær ferðir í morgin, men veðurtíðindini eru framvegis vánalig, so vandi er eisini fyri, at tað eisini verður ólag á siglingini í morgin.

 

Serliga er vandi fyri, at tað ikki verður siglandi tann fyrra túrin í morgin árini fyri veður, so tað kann henda seg, at hann verður avlýstur.

 

Hinvegin lovar veðurforsøgnin, at veðrið batnar út á seinnapartin í morgin, og sum tað sær út nú, ivast skiparin ikki í, at tann seinni túrurin verður sigldur.

Hann sigur, at støða verður tikin til tað í kvøld.

 

Annars er nógv onnur samferðsla ávirkað av veðrinum, eitt nú er Teistin eisini lagdur.