Nú eru 44 H1N1-tilburðir í Føroyum

Nú hava íalt 44 fólk fingið staðfest krímsjúkuna H1N1 í Føroyum. Talið av staðfestum tilburðum er sostatt vaksið nógv seinastu vikuna. Síðani sunnudagin hava føroysku heilsumyndugleikarnir staðfest 15 nýggjar tilburðir av Influensu A (H1N1). Ein tilburður var staðfestur mánadagin, nýggju týsdagin og fimm mikudagin. Tilsamans hava 44 fólk fingið staðfest beinkrímið í Føroyum.

Tað sigur Landslæknin í fráboðan í dag.

Sagt verður, at hóast fleiri hava fingið staðfest H1N1 í Føroyum, so meta heilsumyndugleikarnir sum heild ikki, at fólk eiga at vera stúrin. Alt bendir framvegis á, at talan er um eina milda krímsjúku, ið hasar av eftir fáum døgum. Tó eru nakrir vandabólkar, ið eiga at vera serliga ansin.