Higartil hevur almenna talið á deyðum verið 30.
Samstundis vátta myndugleikarnir í oggjalandinum, at tey rokna við at talið á deyðum fer at vera enn hægri.
– 43 er talmenna talið, men nógv eru framvegis saknað, og tí rokna vit við at talið fer at hækka munandi, segði Erika Wells Cx, sum er talskvinna fyri forsætisráðharran á Bahamas, Hubert Minnis.
Tá Dorian rakti norðraru oyggjarnar í landinum sunnudagin, var hon ein kategori 5-orkan. Ódnin hevur havt stórar oyðileggingar við sær.
/ritzau/











