Nú eru 36,5% av tinginum kvinnur

Í Íslandi hevur tingbólkurin hjá Framsóknarflokkinum fingið tvær kvinnur ístaðin fyri tveir menn, og tað ger, at nú eru 36,5 prosent av altingslimunum kvinnur, skrivar Morgunblaðið.

Talan er kortini ikki um ta heilt stóru broytingina, tí frammanundan vóru 33,3 prosent kvinnur.

Morgunblaðið skrivar, at tá hetta valskeiðið byrjaði, vóru 20 kvinnur í Altinginum, og svarar tað til 31,7 prosent av tingmanningini. Síðani eru tríggjar kvinnur komnar á ting afturat. Umframt tær báðar hjá Framsóknarflokkinum er talan um eina kvinnu úr Sjálfstæðisflokkinum, sum kom á ting á sumri í fjør.