Nú eru 355 elbilar í Føroyum

34 elbilar eru skrásettir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Enn manglar nakað í hjá el-bilunum í Føroyum at koma upp á eitt prosent av øllum bilum í landinum

 

Tað vísir uppgerðin hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp akfarshagtølini fyri januar, februar og mars mánað.

Tilsamans eru skrásettir 40.547 akfør í Føroyum 1. apríl í ár. Nógv teir flestu eru sum vera man persónbilar, sum eru 26.845 í tali. Næst størsti bólkurin eru vøruvognarnir, sum eru 4.565 í tali. Viðfestisvognarnir eru triðstørsti bólkur, teir eru 3.571 í tali.

Um hugt verður eftir drívmegini, so eru bensinbilarnir størsti bólkurin. Teir eru 20.005 í tali. Dieselbilarnir eru 15.513. Akfør uttan motor eru 4.523, tað eru eitt nú viðfestisvognar, kampingvognar og leguvognar, sum eru skrásettir og hava nummarplátu, men kunnu ikki koyra sjálvir.

Soleiðis er býtið av bilum í Føroyum:

Bensin: 49,3 prosent

Diesel: 38,3 prosent

Uttan motor: 11,2 prosent

El-bilar: 0,9