Nú eru 20 fólk søgd úr starvi á flogvøllinum

Korona hevur fullkomiliga Farsóttin tikið fíggjarliga grundarlagið undan flogvøllinum

Nú virksemið hjá Vága Floghavn er svunnið burtur í næstan einki orsakað av koronakreppuni, sær felagið sær ikki annan møguleika enn at laga starvsfólkahópin til nýggja veruleikan.

Soleiðis tekur Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, til í eini fráboðan beint nú.

Tað merkir at fleiri fólk eru nú søgd úr starvi.  Ítøkiliga merkir hetta, at eini 20 fólk eru søgd úr starvi og samstundis verða ósett størv ikki sett fyribils. Og harafturat verða færri tímalønt starvsfólk á Flogvøllinu hesa næstu tíðina. 

– Farsóttin hevur fullkomiliga tikið grundarlagið undan inntøkunum hjá Vága Floghavn og felagið tí einki arbeiði til ein stóran part av starvsfólkunum, sigur hann.

Av tí at útlitini fyri ferðafólkaferðslu framvegis eru sera ivasom, og síggja út til at fara at vera tað í rúma tíð enn, hava nevnd og leiðsla felagsins avgjørt at minka starvsfólkahópin, sigur hann.

Tí eru at kalla bara tey eftir, sum eru neyðug fyri at lúka myndugleikakrøv og fyri at reka fyritøkuna forsvarVit kunnu snøgt sagt ikki forsvara at hava fólk í starvi, sum arbeiði ikki er til, og útlitini eru vánalig, sigur stjórin.

Hinvegin vónar hann, at gongd kemur á aftur, so at tey kunnu fáa starvið aftur sum skjótast, leggur hann afturat.