Í junimánaði vóru 13 nýggir el-bilar skrásettir í Føroyum. Tað merkir, at tilsamans eru nú 177 el-rikin akfør í Føroyum.
Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni, sum hvønn mánað ger upp.
Við seinastu uppgerð fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar vóru vit komin upp á 164 el-rikin akfør og ein mánað fyri tað fóru 140. Á nýggjárinum vóru tey 110. Tað vil siga at í ár eru komin 67 nýggj el-rikin akfør út á føroysku vegirnar.
Tilsamans eru nú 38.362 akfør skrásett í Føroyum. Tað merkir so, at parturin av el-bilum so spakuliga veksur. Á nýggjárunum vóru teir 0,29 prosent av samlaða talinum av akførum. 1. mai vóru teir komnir upp á 0,37 prosent og 1. juni vóru teir komnir upp á 0,43 prosent. Við gongdini seinasta mánaðin, tá 17 el-bilar eru skrásettir afturat, eru vit komin upp á 0,46 prosent. So okkurt bendir á, at innan árið er úti eru vit komin upp um 1 prosent av el-riknum bilum í Føroyum.
Nevnast skal, at tá vit siga el-bilar, so eru el-motorsúkklur og el-prutl íroknað í tølini. Ein el-motorsúkkla er skrásett og 20 el-prutl. Hinir el-bilarnir eru 2 hýruvognar, 146 persónbilar og 8 vøruvognar.
Av teimum 38.362 akførunum er nógv tað størsta talið persónbilar, teir eru 25.667 í tali. Næst størsti bólkurin er vøruvognar, sum eru 4.174 í tali. Triðstørsti bólkurin er viðfestisvognar, sum eru 3.353. Í Føroyum eru skrásett 1.790 prutl og 623 motorsúkklur, men afturat hesum motorsúkklum, so eru nógvar gamlar motorsúkklur, tí skásettar eru 299 ellismotorsúkklur, tað eru motorsúkklur, sum eru eldri enn 25 ár.