Nú eru 10 saknað eftir skriðulopið

- Talan er um kvinnur og menn, ið hoyra til húsini, sum eru rivin burtur, og millum tey saknaðu er eisini barn, sigur norska løgreglan.

 

Sum dagurin í dag er liðin, hava fleiri av teimum, sum upprunaliga vóru saknað í samband við ógvusliga skriðulopið nærindis Oslo tíðliga í morgun, gjørt vart við seg, soleiðis at talið, sum fyrr í dag var 26, nú er minkað niður í 10. Norska løgreglan heldur seg við stórari vissu kunna siga, at tað eru fólk, sum eru endað í skriðulopinum.

Fleiri hava eisini fingið løstir, harav onkur einstakur hevur fingið álvarsligan løst. Um 22.15-tíðina (norska tíð) í kvøld varð talið av saknaðum uppgjørt til 10. Á einum tíðindafundi seint í kvøld upplýsti norska løgreglan, at ætlanin er at lora bjargingarfólk og hundaførara við hundi niður í leivdirnar, sum løgreglan metir vera tryggar.

Á tíðindafundinum í kvøld segði løgreglan eisini, at tey framvegis leita eftir fólki, sum kunnu vera á lívi í leivdunum, og roynt verður eitt nú at eyðmerkja møguligar fartelefonir, sum tey saknaðu kunnu hava uppi á sær.

Tey saknaðu eru fólk, sum búgva á adressum, ið eru raktar av skriðulopinum og sum løgreglan enn ikki hevur fingið samband við. Men, løgreglan hevur havt samband við familju og vinir hjá teimum saknaðu.

- Talan er um kvinnur og menn, ið hoyra til húsini, sum eru rivin burtur, og millum tey saknaðu er eisini barn, sigur átaksleiðari hjá løgregluni. Sambært løgregluni hevur hitaleitandi kamera hjálpt til at finna fólk í skriðulopinum. Leitað verður bæði við tyrlum og dronum í økinum.

Norska løgreglan leggur dent á, at talið av saknaðum er ikki heilt álítandi, og tískil kann talið flyta seg báðar vegir. - Eitt nú hava vit ikki yvirlit yvir møgulig vitjandi í økinum - ella yvirlit yvir, um onnur vóru í økinum, tá skriðulopið rakti, sigur løgreglan.