Abu Hamza hevur ikki lagt fingrarnar ímillum, tá hann hevur prædikað fyri sínum stuðlum í Finsbury Park í London, og at enda gjørdist fríggjadagsbønin so ágangandi, at hann bleiv tveittur út úr moskuni har. Men hann helt fram úti á gøtuni.
Í prædikunum hevur hann millum annað sagt, at álopið á USA tann 11. september í 2001 var rættvíst, og at álopsmenninir vóru hetjur. Kríggið ímóti teimum kristnu og jødunum er rættvíst, tí tann kristni heimurin hevur saman við jødunum eittans mál, og tað er at oyðileggja tann islamska heimin og ta islamsku læruna, sigur Abu Hamza, sum eisini vil vera við, at sjálvmorðsbumbumenn eru ikki yvirgangsmenn, men pínslarváttar.
Men nú hava bretsku mynduglekarnir mist tolið. Í gjár var prædikumaðurin í rættinum í London, tí nú er hann ákærdur fyri fleiri brot á bretska lóg. Millum annað er hann ákærdur fyri at hava eggjað til morð og yvirgang og fyri at hava elvt til hatur ímóti ávísum fólkasløgum.
Amerikonsku myndugleikarnir vilja eisini hava fatur á honum. Teir vilja vera við, at Abu Hamza hevur verið við til at útvega ungar muslimskar menn, sum hava verið á vinjingarlegu í Afganistan og aðrastaðni.










