Nú er Warren á odda

Fyri fyrstu ferð síðan Joe Biden boðaði frá, at hann stillar upp til forsetavalið, er hann ikki fremst í yvirlitinum hjá RCP

Elizabeth Warren, senatorurin úr amerikanska statinum Massachusetts, liggur nú á odda í veljarakanningunum um at gerast næsta forsetavalevnið hjá Demokratiska flokkinum. Tað vísa seinastu tølini hjá Real Clear Politics, ið hevur eitt yvirlit yvir fleiri av teimum størru veljarakanningunum.

Higartil hevur Joe Biden annars ligið klárt á odda í veljarakanningunum, men seinastu vikurnar hevur Elizabeth Warren so líðandi minka um leiðsluna hjá Joe Biden, og nú vísa so seinastu útrokningarnar, at hon er farin framum fyrrverandi varaforsetan hjá Barack Obama.

Sambært Real Clear Politics fær Elizabeth Warren nú 26,6 prosent av atkvøðunum, meðan Joe Biden fær 26,4 prosent.

Men meðan munurin teirra millum er lítil og eingin, so eru tey bæði umleið 12 prosentstig frammanfyri Bernie Sanders, ið er nummar trý við 14,6 prosentum.

Afturfyri er triðja plássið hjá Bernie Sanders rímiliga trygt í løtuni. Hann er nevniliga 9 prosentstig frammanfyri Pete Buttigieg, ið fær 5,6 prosent av atkvøðunum. Eingin av hinum forsetavalevnunum fær yvir 5 prosent.