Nú er óvissan burtur

Nú p/f Norðoyatunnilin hevur kunngjørt, at tað verður klárt at fara undir sjálva tunnilsgerðina í november, fegnast borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen um, at óvissan viðvíkjandi byrjanini av arbeiðinum er burtur

Klaksvík: ? Nú er ein dagfesting, um ein kann siga tað so, sett á, nær tunnilsarbeiðið byrjar, og tað ger stóran mun fyri allar norðoyingar. Nú er tað av sonnum vorðið spennandi, sigur ein avbera fegin borgarstjóri, tá Sosialurin hittir hann á máli dagin eftir, at p/f Norðoyatunnilin hevur kunngjørt, at arbeiðið upp á sjálvan tunnilin eftir ætlan fer í gongd í novembur. Steinbjørn heldur, at tað at tað hava verið fleiri ymiskar ásetingar fyri, nær arbeiðið fer í gongd, hevur skapt eina ávísa óvissu millum fólk viðvíkjandi byrjanini av arbeiðinum. Men hann fegnast um, at tað nú er fyriliggur ein nágreinilig arbeiðsætlan.
Hóast røddir hava verið frammi um, at arbeiðið møguliga fór at fara í gongd longu í mai, so er tað ikki eitt vónbrot fyri Steinbjørn, at tað nú verður hálvt ár seinni.
? Arbeiðið hevði uttan iva byrjað tað fyrr, um nevndin ikki hevði gjørt av at bjóða arbeiðið út, heldur Steinbjørn, sum somuleiðis fegnast um, at vegagerðin byrjar longu í august. Men hann heldur eisini, at tað er rætt at bjóða arbeiðið út.
Steinbjørn Jacobsen ásannar, at tað helst fer at órógva býin nakað, tá boringin er byrjað, tí alt grótið frá tunnilsgerðini í fyrsta umfari skal nýtast til at fylla út niðri við Sandin. Hann metir, at umleið 80.000 rúmmetrar skulu nýtast til at fylla út, og tað fer at merkja eina stóra broyting fyri býin. Sum er liggur kappróðrarneystið beint við sjógvin á Sandinum, men tá ífyllingin er av, verður hetta økið eftir ætlan nýtt til ein handilsmiðdepil.
? Tað er givið, at kappróðrarneystið til ta tíð ikki longur kemur at vera har, tað veit róðrarfelagið eisini av, sigur Steinbjørn, sum heldur fram, at kommunan hevur havt ein fund við felagið, har tað varð greitt teimum frá framtíðarætlan-unum við miðbýnum. Róðrarfelagið setti tá fram ynski um at kunna verða verandi inni á vánni, sum tað verður kallað, og borgarstjórin sigur, at kommunan fer at arbeiða miðvíst móti eini loysn, sum fer at loyva tí.
Fyrireikingar byrjaðar
Klaksvík er so spakuliga farin í gongd við at fyrireika seg til eitt komandi fast samband við meginlandið. Ein rundkoyring á posthúshorninum, sum hevur verið ávegis í mong ár nú, verður veruleiki í summar, og tað fer at merkja ein stóran lætta í gongdini av ferðsluni, sum er økt nógv seinnu árini. Henda rundkoyrin verður sostatt liðug, áðrenn tunnilsgerðin byrjar, og væntar borgarstjórin, at hon fer at gera sítt til, at ferðslan verður minni órógvað, tá arbeiðið er byrjað. Arbeiðið upp á sjálva rundkoyringina er tó ikki byrjað enn, men borgarstjórin væntar, at tað byrjar í komandi viku.
Harafturat er kommunan farin í gongd við at seta arbeiðsbólkar, sum skulu lýsa ávís øki í Norðoyggjum. Fyrsti bólkurin, sum er settur, skal lýsa ítróttar- mentanar- og frítíðarmøguleikarnar í Norðoyggjum, og bólkurin skal somuleiðis koma við tilmælum um møgulig tiltøk á hesum økjunum. Eyðun Klakkstein er settur sum samskipari hjá hesum bólkinum.
Og nú hóskvøldið skipar fyrireikingarbólkurin til fasta sambandið fyri kunningarfundi í skúlanum við Ósánna, har Bergur í Garði, nevndarformaður, og Dávur Reinert Hansen, stjóri í p/f Norðoyatunlinum, fara at greiða frá arbeiðinum við tunlinum.
Hesin kunningarfundurin er ein liður í arbeiðinum hjá stýrisbólkinum, sum arbeiðir við at fyrireika Norðoyggjar til fasta vegasambandið undir Leirvíksfjørð.
Steinbjørn Jacobsen sigur, at kunningarfundurin er almennur, og høvi verður eisini hjá fólki at seta spurningar og kjakast um hetta týdningarmikla evni.
? Eg vóni, at norðoyingar møta fjølmentir til henda fundin, sigur borgarstjórin í Klaksvík at enda.