Nú er vend komin í eftir nógv ár við afturgongd

Men aðrastaðni er vøksturin uppsteðgaður

Aftan á at tað hevur gingið afturá í fleiri ár, er fólkatalið aftur farið at veksa, bæði í Sandoy og í Suðuroy. Tað staðfestur Hagstovan, nú tey hava gjørt fólkatalið upp.

Uppgerðin vísir, at tann 1. desember í fjør, búðu 52.920 fólk í Føroyum. Tað merkir, at hetta seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið 847 fólk, ella 1,6 prosent. Hetta merkir eisini, at gongdin í fólkatalinum stendur við, tí í hetta seinasta árið hevur vøksturin ikki verið minni enn hann hevur verið framman undan.

Men árið í fjør hevur verið rættiliga serstakt,. síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi síðsta vár. Hagstovan sigur, at tað er ringt at siga, um tað hevur broytt støðuna nakað, men flytingin til Føroya er minkað eitt lítið sindur, samstundis sum at alsamt færri eisini flyta av landinum.

Hagstovan sigur, at lutfalsliga er fólkatalið vaksið mest í Sandoy, har tað vaks 35 fólk, ella 2,8 prosent frá desember í 2019 til desember í fjør.

Orsøkin er serliga tann, at nógv fólk, heili 25 fólk, eru flutt aðrastaðni úr Føroyum, í Sandoynna og níggju fólk eru flutt uttanlands í Sandoynna. Í desember í fjør búðu sostatt 1.302 fólk í Sandoy.

Eisini í Suðuroy er fólkatalið vaksið aftur, tó at vøksturin ikki er so stórur, sum aðrastaðni. Fólkatalið í Suðuroy vaks 64 fólk, ella 1,4 prosent og nú búgva 4.661 fólk í Suðuroy.

Tað, sum serliga er mun, er at 72 fólk fleiri eru flutt til Suðuroyar enn tað eru flutt úr oynni. Og tað er serliga uttanlands, at fólk eru flutt til Suðuroyar. Men hinvegur vóru átta børn fødd færri enn tað vóru fólk, sum doyðu.

Hinvegin er vøksturin, sum hevur verið í Vágum, uppstøðgaður, og orsøkin er serliga tann, at tað eru fleiri fólk flutt úr Vágum enn tað flutti í Vágar. Tað merkir, at í desember í fjør vóru tey bara tvey fólk fleiri í Vágum enn tað vóru í desember í 2019. Nú búgva 3.363 fólk í Vágum.