Nú er vandi fyri, at verkfallið fer at draga út. Tað heldur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Og tað sigur hon nú eftir fundin við semingsmenninar í dag. Semingsmenninir kallaðu partarnir til fundar í dag at vita um grundarlag var fyri samráðingum. Men niðurstøðan var, at hvørgin parturin hevur flutt seg nakað serligt og tískil boðar semingsmaðurin frá, at sum støðan er nú, gera teir ikki meiri.
https://www.in.fo/news-detail/news/verkfallid-semingsroyndin-i-dag-er-miseydnad/Les eisini: Semingsroyndin í dag er miseydnað
Sjúkrarøktarfrøðingarnir reageraðu alt fyri eitt og herdu verkfallið til eisini at umfata teir flestu sjúkrarøktarfrøðingarnar á B6 á Landssjúkrahúsinum.
Óluva í Gong sigur, at nú er vandi fyri, at verkdfallið fer at draga út, men tað eru tey til reiðar til. Hon vil ikki siga um ætlanin er at herða verkfallið enn meiri, tí tað má tíðin vísa.
Í sambandi við verkfall er tað eitt sjónarmið, at tað er best at lýsa aðalverkfall fyri at verkfallið skal raka so hart sum gjørligt, tí tess harðari tað rakar, tess styttri verður tað.
Vit hava spurt Óluvu í Gong um tað ikki bara er at draga pínuna út at fara í verkfall so líðandi, soleiðis sum tey gera í hesum føri.
Hon sigur, at orsøkin til, at tey ikki fara í aðalverkfall, er, at tey vilja geva Fíggjarmálaráðnum ein møguleika at hugsa seg um eina ferð afturat, sum hon málber seg.
Og hon leggur dent á, at tað er bara ein máti at fáa ein enda á verkfallinum upp á, og tað er at Fíggjarmálaráðið gevur seg og letur sjúkrarøktarfrøðingar fáa eina ordiliga lønarhækking.
Men hon sigur eisini, at høvdu tey lýst aðalverkfall, høvdu tey kortini fingið rættiliga nógvar umsóknir um undantøk, sum tey eisini høvdu verið noydd at gingið á møti.
Hinvegin leggur hon eisini dent á, at enn er pláss fyri at herða verkfallið, verður tað neyðugt, tí tey eru verri enn so komin á markið fyri, hvussu umfatandi verkfallið kann verða – men hvussu tað verður, veldst um teir komandi dagarnar.
Tey siga í eini fráboðan í dag, at tað tey stríðast fyri, er at fáa somu løn sum aðrir lønarbókar, á sama útbúgvingarstøðið, fáa.
Skeivleikin í lønarlagnum gongur minst 50 ár aftur, og hann skal burtur, fyri at yrkið eisini framyvir skal vera áhugavert at starvast í, siga sjúkrarøktarfrøðingarnir. Í fleiri ár hava sjúkrarøktarfrøðingar funnið sær størv uttanlands ella ella tey hava funnið sær heilt onnur størv við tí avleiðing, at føroyska sjúkrarøktin manglar hendur.
– Vit kunnu ikki góðtaka hesa gongdina, og undrast á, at Fíggjarmálaráðið ongan áhuga hevur í at loysa hesa hóttan móti føroysku fólkaheilsuni, siga tey.
Tey siga, at tìðin er komin, at skeivleikin verður rættaður, men tey er greið yvir, at hetta ikki verður gjørt eftir einum degi, ella eftir einari lønarsamráðing.
– Men Fíggjarmálaráðið má venja seg við, at skeivleikin skal minka í hvørjari samráðing, til hann er heilt burtur, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar