Nú er aftur trygt at vera allastaðni á Tvøroyri
Myndugleikarnir hava havt fund í morgun, og har er niðurstøðan, at vandaøkið, sum varð lýst at vera 300 metrar rundan um virkið hjá Varðanum, er nú strikað heilt.
Nú er tað sostatt bara økið rundan um sjálvt virkið hjá Varðanum, sum er byrgt av, sigur Jók Klein Olsen, varapolitiinspektørur
Sostatt er tað nú bara sjálvt havnalagið frá Doktaragøtu og eystur, sum er avbyrgt.
Av tí at ammoniak framvegis lekur út í smærri nøgdum, eins og vandi er fyri, at partar av bygninginum kunnu detta niður, kann væntast, at avbyrgt verður teir næstu dagarnar.
Politiið er nú so smátt byrjað sjálvt kanningararbeiðið og tað er ikki loyvt skip og bátum at leggja at bryggjukantinum við havnalagið, sigur Jón Klein Olsen.