Nú er tryggari hjá tjørnuvíkingum

Mikudagin var arbeiðið at seta upp trygdarhegnið á Tjørnuvíkarvegnum liðugt. Tað vóru fólk frá norska Mesta AS sum stóðu fyri arbeiðinum. Hetta arbeiðið miðaði eftir at fyribyrgja at grót kom oman á vegin, og sum aftur var til stóran ampa fyri bygdarfólkið og ferðsluna annars.

Arbeiðið byrjaði 25. september, og hevur gingið betri enn væntað. Tað tók góðar fýra vikur, sum eru umleið tríggjar vikur styttri enn upprunaliga tíðarætlanin segði.

Hegnini eru fýra metur høg og kunnu steðga steinum, sum viga upp til 10 tons.