Nú er talið tað sama

Talið av útlendskum leikarum í fremstu føroysku deildini er nú eins høgt og í fjør

Talið av útlendskum spælarum í 1.deild er økt støðugt seinni árini, og eftir at tað fyri einum ári síðani varð samtykt at økja loyvda hámarkstalið, hendi aftur eitt skarvslop.

Í 1999 spældu 26 útlendingar í 1.deild, sum tá var nógv hægsta talið nakrantíð.

Tá kappingin í ár byrjaði, bendi lítið á, at útlendingametið frá 1999 skuldi verða sligið, og talið av fremmandum leikarum fór at gerast uppaftur hægri.

22 útlendingar spældu við í 1.umfari. Men sum kappingin er liðin, er fremmanda umboðan í bestu deildini økt við fýra monnum afturat. Danin Martin Thomsen kom til GÍ, jugoslavarnir Zoltan Kujundric og Srecko Milicevic gjørdust KÍ-arar, og seinasta vikuskiftið royndi onglendingurin Nathan Haslan seg í B36-búnu. Sostatt kom talið av útlendingum uppá 26, ella tað sama, sum í fjør.

Tað er sera sannlíkt, at onkur annar fremmandur spælari kemur at royna seg í kappingini seinni. Vandamikli jugoslavin hjá Sumba, Nebosja Veljkovic, hevur ikki spælt í ár vegna skaða, men kemur væntandi aftur móti summarsteðginum, og í hesum døgum frættist av Toftum, at ein leikari úr Bosnia fer at royndarvenja við B68.

Tað ber sjálvandi eisini til, at okkurt annað felað fer at styrkja sær hópin við fremmandari arbeiðsmegi.

Størsta umboðan av einum fremmandum landi í føroysku 1.deild er framvegis níggju. So nógvir jugoslavar spældu her í 1998 og 1999. Í 2000 eru jugoslavar aftur mest brúkta útlendska arbeiðskraft, við átta leikarum higartil.

3?4: Eyðfinn Fjalsbak 69.


B68?Skáli 0?0


B36?KÍ 6?0 (3?0)

1?0: Kári Gullfoss 15.

2?0: Regin Arge 16.

3?0: Kári Johansen 42.

4?0: Kenneth Joensen 58.

5?0: Tummas Eli Hansen 78.

6?0: Petur Martin Johansen 89.


TB?B71 5?2 (3?0)

1?0: Niels Gunnar Petersen br

2?0: Hallur Christiansen

3?0: Hallur Christiansen

4?0: Andrass Nolsøe

4?1: Páll á Reynatúgvu

5?1: Hallur Christiansen

5?2: Páll á Reynatúgvu


ÍF?AB 2?6 (0?4)

0?1: Oddbjørn Joensen 7.

0?2: Svend Poulsen 25.

0?3: Oddbjørn Joensen 29.

0?4: Oddbjørn Joensen 38.

0?5: Oddbjørn Joensen 50.

1?5: Rúni Jacobsen 67.

1?6: Oddbjørn Joensen 77.

2?6: Sigfríður Abrahamsen 78.