Nú er tað upp til okkum

? Vit fylgdust væl inn á 1000 metrar, men teir fóru frá okkum, tá einir 700 metrar vóru eftir. Vit vistu, at um vit megnaðu 2. plássið, so var alt enn púra opið, so tað løgdu vit okkum eftir. Vit sóu at vit ikki kundu taka Nólsoyingin aftur. Táið vit komu inn um málið, vóru vit í iva um tað vóru vit ella Vágbingur, sum blivu nr 2, so vit vórðu glaðir tá vit funnu útav, at tað vóru vit, segði Jógvan Jacobsen eftir róðurin.
? Fram til Ólavsøkuna fara vit at hava somu venjing, sum vit hava havt allatíðina, kanska eitt sindur harðari nú, fyrstu vikuna, men annars tað sama. Vit hava góðar vónir um at klára teir á ólavsøkuni, tí tað er jú so javnt.