Eftir vikuskiftið er kappingin meiri enn hálvrunnin. Tað skal vilja heilt undarliga til, um B68 ikki fer at hava vunnið sær pláss í Formula deildini, tá ið kappingin verður liðug síðsta vikuskiftið í oktober.
Í løtuni sær tað út til, at uppflytingin verður veruleiki í september, og um gongdin framvegis fer at verða, sum hon hevur verið seinastu vikurnar, so fer B68 at flyta upp fyrri enn so.
B68 var á Jóansøku á Tvøroyri, har toftamenn vunnu sannførandi 4-1 sigur. Jósup Henriksen og Alexandro Casthilio skoraðu málini í 1. hálvleiki. Næst við var TB, tá ið teir sendu í stólpan.
Beinanvegin eftir steðgin fekk TB brotsspark, men Gunnar á Steig bjargaði royndini hjá Daniel Nyarko til horna. Eftir hornasparkið støkk bólturin út um brotsteigin, og Jón Tórður Holm minkaði um munin við dundurskoti.
Vónin hjá TB um sigur og stig hvarv eftir ein tíma. Dánial Hansen økti til 3-1, og Øssur Hansen var tryggur, tá ið hann fekk møguleikan úr ellivu metrum.
Í vikuskiftinum lagaðu úrslitini seg soleiðis, at FSV04 eisini styrkti um sína støðu í kappingini fyri at flyta upp. Mikukvøldið átti FSV04 heimavøll ímóti sera ungum KÍ liði. Heimaliðið átti stóra yvirvág í spæli, men tað gekk striltið at spæla seg til møguleikar.
Stutt eftir steðgin tiltuskaði Andrzej Stretowicz sær brotsspark, sum hann umsetti til málið, ið bar øll stigini og harvið staðfesting av 2. plássi við sær.
At ÍF einki fekk við sær úr Leirvík varð sjálvandi væl fagnað í Sandavági. Fuglfirðingar megnaðu ongantíð at leggja trýst á. Leirvíkingar vóru eitt vet stinnari og skjótari í nærdystunum. Talan var ikki um nógvar málmøguleikar, og LÍF skoraði sigursmálið, tá ið 2. hálvleikur var fimm minuttir gamal. LÍF liðformaðurin, Magnus Skoralíð, sendi fríspark úr høgru í brotsteigin. ÍF málverjin hálvbjargaði, og miðvallarin Sølvi Vatnhamar var fyrstur á returinum og beindi bóltin í málið.
HB vann 6-3 á heimavølli ímóti NSÍ. Stóri maðurin í Gundadali var HB álopsspælarin Tróndur Sigurðsson. Unglingaspælarin skoraði fimm av seks HB málum, og hann legði upp til málið, sum Bárður Mittelstein skoraði.
Stóri munurin á liðunum báðum var, at bestu NSÍ unglingarnir, sum plaga at hjálpa næstbesta liðnum, vóru í Vági við Formula liðnum. Hjá HB vóru Formula unglingarnir við. Eitt nú Pætur Jørgensen og Ólavur í Ólavsstovu.
Sigurin bar við sær, at HB fekk luft í kappingini fyri at sleppa undan plássunum undir strikuni. Trýstið á KÍ gjørdist uppaftur størri, tí sørvingar vunnu, tá ið teir vitjaðu botnliðið B36
Einasta málið skoraði Jens Erik Rasmussen í fyrsta minuttinum eftir steðgin. Eftir innlegg úr høgru smekkaði veteranurin bóltin millum beinini á mótstøðumanni og í málið.
B36 royndi at leggja trýst á síðstu løtuna. Næst við at skora vóru teir, tá ið verjuspælarin Bárður H. Joensen eftir horna stútaði dygst framvið.
Øll liðini hava nú spælt 14 dystir uttan HB og ÍF. Nú mikukvøldið verður uppgerðin teirra millum í Gundadali. Leygardagin verður 15. umfar: B68-HB, ÍF-TB, KÍ-B36, NSÍ-FSV04 og
SÍ-LÍF.










