Nú er tað ordiligt

Eftir at hann í hálvt annað ár hevur havt lærlingasáttmála vi ensku meistararnar, gerst Ingi Højsted ein verulig kanón, tá hann leygardagin skrivar undir nýggjan yrkissáttmála við the Gunners

Yrkisfóotbóltur

Sum nevnt í Degi og Viku mánakvøldið, so stendur Inga Højsted nú í boði at fáa veruligan leikarasáttmála við enska stórfelagið, Arsenal. Leygardagurin er ásettur sum dagurin, tá undirskriftirnar koma upp á pláss, og tá hetta er gjørt, kann nú 17 ára gamli leikarin rópa seg fyri fyrsta føroyska leikaran í einum premier-league felagi.

Ikki lærlingur
Hóast Ingi nú í hálvt annað ár hevur havt sáttmála við enska felagið, so er tað ikki fyrr enn nú, at hann hevur loyvi at gera veruligan yrkissáttmála við felagið. Hetta tí ensku lógirnar áseta, at leikari skal vera fyltur 17 ár, áðrenn veruligur sáttmáli kann skrivast.
Og tað má metast sum einki minni enn eitt bragd, at Ingi nú hevur fingið sáttmálan. Hetta farna árið hevur í stóran mun verið merkt av skaðum fyri hansara viðkomandi, og tí var vandi sjálvandi fyri, at hetta kundi ávirka møguleikar hansara at vinna seg víðari. Í Arsenal hava teir tó eftir øllum at døma mett, at fótbóltsevnini eru somikið stór, at nakað munagott kann spyrjast burturúr.
Júst hvat sáttmálin gevur Inga Højsted í løn komandi árini, er ilt at siga, men tað er lítið at ivast í, at talan eftir føroyskum viðurskiftum er um eina hampuliga góða mánaðarløn.

B36 fær sín part
Og umframt sáttmálaásettu lønina hjá leikarunum sjálvum, so rennur eisini nakað av peningi inn í kassan hjá barndómsfelagi hansara, B36.
Kristian á Neystabø, formaður í B36, sigur í viðmerking til hetta, at tann spurningurin fyrst og fremst er eitt mál millum B36 og Arsenal.
- Tá upprunaligi sáttmálin varð gjørdur, varð ein langtíðar ætlan fyri allar spurningar eisini teir fíggjarligu ? løgd, og tað er so hana, sum vit fyrihalda okkum til, sigur hann. Sjálvandi er tað munur á, um vit selja ein leikara til eitt felag til Arsenal ella til eitt nú Leiftur, men akkurát hnvør munurin er, havi eg ikki loyvi at upplýsa. Eg kann bert siga, at talan alla tíðina hevur verið um ein sáttmála, sum vit eru nøgdur við.
Formaðurin vil ikki siga, hvørt nýggja undirskrivingin er eitt lið í hesum sáttmálanum, men tað er helst einki at ivast í, at so er. Tá slíkir sáttmálar verða skrivaðir, er ofta vanligt, at avísar upphæddir verða ásettar, alt eftir hvussu leikarin stendur seg, og tó at talan helst ikki er um nakra munandi upphædd fyri eitt enskt stórfelag, so er lítið at ivast í, at talan er um eitt gott ískoyti til kassan hjá B36.
Kristian á Neystabø leggur tó afturat, at hann er fegin um, at tað gonst somikið væl hjá Inga, at hann nú hevur fingið nýggjan sáttmála.
- Eitt er tann fíggjarligi parturin, men tað er av minst líka stórum týdngini fyri okkum, at tað hepnast væl ítróttarliga. Nú hevur Ingi verið nógv skaddur, men at hann kortini hevur fingið nýggjan sáttmála vísur, at Arsenal sær ein møguleika í honum, og tað er so avgjørt nakað, sum vit frøast um, sigur Kristian á Neysabø at enda.