Nú er tað greitt, at tað verður Bjarni Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum verður borgarstjóri í Vági hesi næstu fýra árini. Tað varð greitt, eftir at nývalda býráðið í Vági hevði fund í kvøld, har meirilutin valdi Bjarna Johansen til nýggjan borgarstjóra.
Á fundinum varð boðað frá, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru farin í valbólk og at tey vóru samd um at velja Bjarna Johansen til borgarstjóra og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum til varaborgarstjóra.
Men tað var eisini eitt annað uppskot um borgarstjóra, tí Eyðbritt Krosslá, býráðslimur fyri Tjóðveldi, skeyt upp at velja floksfelagan, og núverandi borgarstjóra, Dennis Holm, til borgarstjóra.
Tá ið atkvøtt varð, fekk Dennis Holm tær fýra atkvøðurnar hjá býráðslimunum fyri Tjóðveldi. Men tað var ikki nóg mikið, tí Bjarni Johansen fekk fimm atkvøður, tær hjá teimum trimum býráðslimunum hjá Javnaðarflokkinum, og tær hjá teimum báðum býráðslimunum hjá Sambandsflokkinum.
Sostatt tekur Bjarni Johansen við sum borgarstjóri á nýggjárinum fyri Dennis Holm, sum hevur verið borgarstjóri hesi seinastu átta árini. Og síðani varð Erhard Joensen valdur til varaborgarstjóra. Tað vóru teir fimm býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkinum, sum atkvøddu fyri honum, og teir fýra býráðslimirnir fyri Tjóðveldi atkvøddu blankt.