? Í føroyskum klæðum ert tú altíð væl ílatin.
Tað heldur Helena Mikkelsen í Vági.
Og tað eru tað eisini alsamt fleiri og fleiri onnur sum halda.
Tí at ganga í føroyskum klæðum vindur nógv uppá seg.
Bæði hjá føroyingum í Føroyum.
Men ikki minst hjá føroyingum uttanlands.
Helena Mikkelsen er við á »Hendur og Hugflogi« fyri triðju ferð.
Hon fer at vísa fram ymiskt til føroysk klæði, bæði til konufólkaklæðini og til mannfólkaklæðini.
Men harumframt hevur hon eisini okkurt annað, størri, spennandi plagg við á framsýningini, umframt onkur minni pløgg úr tøvdum, føroyskum tveytráðaðum tógvi.
Helena Mikkelsen sigur, at hon hevur í nógv ár seymað og brodera føroysk klæðir og alt, sum hoyrir til tey.
? Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri teimum føroysku klæðunum, tí eg haldi, at eru nakað heilt serstakt, sigur hon.
Áhugin fevnir eisini um at virka pløgg sum heild burturúr føroyskari ull, men tað hevur hon ikki gjørt so nógv burturúr.
Hon sigur, at hon hevur undirvíst í kvøldskúlanum í Vági í 16 ár í at gera føroysk klæðir.
Men síðani hon helt uppat at undirvísa fyri tveimum árum síðani, hevur hon havt munandi betri stundir at gera føroysk klæðir fyri fólk.
Føroysk klæðir aftur moderna
Og tað skilst á henni, at tað stendur ikki á at fáa tíðina at ganga.
? Tað vindur meiri og meiri uppá seg at ganga í føroyskum klæðum, sigur Helean Mikkelsen.
Hon sigur, at hon seymar til fólk úr øllum landinum.
Men hartil sær út til, at áhugin hjá føroyskum útisetum í ymsum londum fyri føroyskum klæðum er stórur og hartil stórliga vaksandi, tí tað eru ikki so fáar bíleggingar hon fær frá føroyingum bæði úr Danmark, Noregi, Svøríki, Onglandi og ymsastaðni aðrastaðni frá.
? Ikki minst er tað hugaligt, at tað eisini eru føroyskir útisetar, bæði í øðrum og triðja liði, sum bíleggja sær føroysk klæðir.
? Tað vísir seg, at føroyingar uttanlands brúka tey høvið, sum eru, til at vísa á tað føroyska og til at gera vart við Føroyar, sigur hon.
? T.d. eru tað nógv sum vilja hava hava føroysk klæðir til tjóðardagin og aðrar merkisdagar í teimum londunum, tey búgva í.
? Og tað eru eisini mong, sum vilja vera í føroyskum klæðir tá ið tey hava persónligar merkisdagar.
? T.d. eru tað ikki so fá ung, sum búgva uttanlands, sum eru konfirmerað í føroyskum klæðum.
Hvat er tað, sum ger, at tað hevur vundið so nógv uppá seg at ganga í føroyskum klæðum?
? Føroysk klæðir eru ein partur av føroyingum og okkara sereyðkennum.
? Tað vísir seg eisini at tað er ikki minst føroyingar uttanlands, sum ganga í føroyskum klæðum, tá ið serlig høvi eru, fyri at vísa á Føroyar og fyri at umboða Føroyar.
? Men so er tað eisini eitt annað, leggur hon afturat:
?Í føroyskum klæðum ert tú altíð væl ílatin.
? Føroysk klæðir kunnu brúkast í so ótrúliga nógvum sambandi, og tað ger helst eisini sítt til, at tey eru so væl umtókt.
?Hygg eisini, hvussu fínir dreingir og menn verða, bara teir eru í knæbuksum og eini morreyðari troyggju, leggur hon afturat.
Helena Mikkelsen sigur, at ein framsýning sum ?Hendur og hugflog? er eitt frálíkur sýnisgluggi til at vísa sínar vørur fram.
? Og hon sigur, at tað eru ikki so fá sambond, sum hendan framsýningin hevur ført til, ikki minst til føroyingar uttanlands.