Nú er Suðurstreymoy nevnt í uppskotinum

- Eg eri fegin um broytingarnar, sigur Heðin Mortensen.

 

Suðurstreymoy, Norðstreymoy, Vágar, Suðuroy og Sandoy eru økini sum skulu fáa menningarkvotur. Tað er tilskilað í viðmerkingunum í lógini um fyrisiting um sjófeingi.

 

Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur seg vera glaðan um at broytingarnar, sum eru gjørdar í lógaruppskotinum millum aðru og triðju viðgerð.

- Vit hava fingið Suðurstreymoy nevnda positivt í viðmerkingunum, og tað eri eg sera fegin um, sigur Heðin Mortensen.

 

Í uppskotinum er tilskilað í viðmerkingunum at menningarkvoturnar skulu fara til tey økini, har fiskatilfeingi er minst og har arbeiðsloysi er størst. Í fyrra førinum eru Suðurstreymoy, Norðstreymoy, Vágar og Sandoyggin nevndar, meðan í seinna førinum er talan um Sandoynna og Suðuroynna

 

- Tað eru ikki so nógv ár síðani at Bacalao var millum størstu arbeiðsplássini í Havn. Nú er einki eftir. Soleiðis sæð er eingin ivi um, at arbeiðsloysi í fiskivinnuni er størst í Havn, sigur hann.

 

Heðin Mortensen gleðist um, at tað nú er tilskilað, at høvuðsstaðurin skal fáa ein part av menningarkvotunum, og er spentur upp á at síggja, hvørjir aktørar nú fara at bjóða seg fram.

- Vit hava hølini, og tí er ikki neyðugt at gera stórar íløgur. Nú er bara hjá nýggjum aktørum at bjóða seg fram, so at vit aftur fáa eina ordiliga fiskivinnu í Havnini, sigur Heðin Mortensen.

 

- Økini eru ikki nevnd í sjálvum lógartekstinum, men í viðmerkingunum, og tað er nokk fyri meg. Tað hevði kravt ov nógva umsiting og umfatandi broytingar, um økini skuldu verið nevnd beinleiðis í lógartekstinum, sigur tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum.