Thormund Johannesen, Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.
----
Skjøtul er settur á at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap, og tí býðst høvi at gera av við fiskidagaskipanina, áðrenn hon ger av við okkum.
Alsamt vaksandi veiðutrýst um allan heim ger avmarkingar í fiskiskapi neyðugar til tess at verja náttúrutilfeingið, men tað er ikki líka mikið, hvussu hesar avmarkingar verða framdar.
Flest øll lond, Føroyar tó undantiknar, hava valt at leggja avmarkingarnar á rávøruna, og tað vil siga at ein mest loyvda veiða verður ásett fyri hvønn fiskastovn sær.
Í Føroyum hava vit valt ikki beinleiðis at avmarka rávøruna, men í staðin at leggja avmarkingarnar á vinnutólini.
Vinnutólini (skip og reiðskapur) eru rættuliga fjølbroytt og broytast alsamt, og tí er hópin av ymiskum avmarkingum, sum áhaldandi skulu tillagast, neyðugar.
Hesar mongu avmarkingar í dagatali, skipastødd, motorstødd, reiðskapi, hagreiðing, stongdum leiðum, uppbýti í bólkar, umrokningsfaktorum millum bólkar, brúksskyldu og tvørligum og avmarkandi reglum fyri loyvissamanleggingum, sum flest allar eru ásettar til tess at verja fiskastovnarnar, leggja ovurhonds stórar bindingar á frælsið hjá fiskivinnuni, so hon fær ikki rikið sín fiskiskap á skynsaman hátt.
At vit hava tillagað hesar mongu avmarkingar, so hvørt óhepnar avleiðingar hava víst seg, hevur bara gjørt skipanina enn fløktari og truplari bæði at umsita og at virka undir.
Úrslitið er hareftir, ein stagneraður heimafloti við negativum búskaparligum úrsliti.
Mongu darvandi bindingarnar í fiskidagaskipanini eru serliga óhepnar fyri reiðarí við fleiri skipum, sum høvdu kunnað skipað sín fiskiskap á meira skynsaman hátt, um talan var um kvotur heldur enn fiskirættindi knýtt av ymiskum skipum við hvør sínum nógvu ymisku bindingum.
Umframt tær mongu darvandi bindingarnar hevur fiskidagaskipanin eisini tað stóra brek, at hon heilt manglar insitamentið til selektivt fiskarí, sum er altumráðandi, um vit skulu megna bæði at verja og samtíðis gagnnýta fjølbroytta náttúrutilfeingið í havinum.
ES, sum er nógv tann størsta fiskivinnutjóðin í Evropa, arbeiðir í løtuni við nýggjum fiskivinnupolitikki, sum skal setast í gildi frá 2014 til 2016. Hóast stórar trupulleikar við útblaking, hava ES-londini valt framhaldandi at nýta kvotur, og harvið ikki á nakran hátt, at avmarka frælsi hjá fiskivinnuni til sjálv at ráða sínum fiskiskapi og vinnutólum.
Útblaking verður bannað, og til tess at sleppa undan trupulleikum við ótilætlaðari hjáveiðu verða hesi tiltøk sett í verk:
• fígging verður latin, at menna selektivar veiðihættir
• økt umsetiligheit skal gera tað lættari at keypa og býta seg til kvotur, sum tørvur kann vera á í samband við ótilætlaða hjáveiðu
• avmarkað søla av ótilætlaðari hjáveiðu skal vera loyvd, so skipini kunnu verða hildin skaðaleys fyri eyka kostnað av at føra hesa veiðu til lands
Í Íslandi, sum eisini avmarkar fiskiskapin við kvotum, skal øll ótilætlað hjáveiða førast til lands og avroknast, so hon verður fiskivinnuni, men ikki tí einstaka skipinum, at frama.
Hetta eru skilagóðar skipanir, sum geva fiskivinnuni størst møguligt frælsi at skipa sín fiskiskap. Harvið fæst frægast búskaparligt úrslit burturúr, samtíðis sum stovnarnir, hvør sær, verða vardir á bestan hátt.
Fiskidagaskipanin, sum, vegna sínar nógvu teknisku avmarkingar longu hevur beint fyri nøktandi búskaparligum úrslitum á heimaleiðunum, fer frameftir eisini at beina fyri okkara møguleikum at verja og samtíðis gagnnýta fjølbroytta fiskatilfeingi í havinum, tí hon manglar, sum sagt, heilt insitamentið til selektiva veiðu.
Vælsignaði tingfólk vaknið, og sleppið okkum av við hesa Verðsins Vánaligastu Veiðuskipan.