Hóast eina frálíka byrjan sum venjari í Manchester United, so hevur Ole Gunnar Solskjær ikki verið favorittur at framhaldandi verða venjari í felagnum. Tað hevur verið metingin hjá alheims veddingarfyritøkum.
Hetta er nú broytt. Tottenham-venjarin, Mauricio Pochettino, hevur sambært veddingarfyritøkunum verið favorittur at taka við sum nýggjur Manchester United-venjari, men nú hevur Ole Gunanr Solskjær yvirhálað hann.
Ole Gunnar Solskjær hevur vunnið allar sjey dystirnar, síðani hann tók við sum venjari hjá Manchester United, og oddsið er so líðandi lækkað til at hann nú er favorittur at verða venjari aftur næsta kappingarár.
Ein, sum nú eisini er upp á tal, er enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate. Hann er klintraður langt upp eftir listanum við favorittum, men tað er tó framvegis rættiliga ósannlíkt, at hann gerst venjari í United.
Hvør verður Manchester United-venjari kappingarárið 2019/20? Odds:
Ole Gunnar Solskjær 1,83
Mauricio Pochettino 2,50
Zinedine Zidane 10
Gareth Southgate 14
Massimiliano Allegri 16
Diego Simeone 20
Antonio Conte 20
Laurent Blank 25
Leonardo Jardim 33
Eddie Howe 33
Kelda: Betfair










