Mamman og tvey børn doyðu í syrgiligu hendingini í Tromsø, sum hevur skakað alt nærumhvørvið og Noregi í síni heild. Mamman og elsta dóttirin, sum var sjey ára gomul, doyðu seinasta mánakvøld, og seinni í somu viku varð eisini fýra ára gamla gentan staðfest deyð.
Eftir á lívi er 16 mánaðar gamla smágentan, og í dag hevur norska løgreglan við sjúkrahúsinum sum keldu sagt, at gentan í løtuni ikki er í lívsvanda, men er framvegis í viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Støðan hjá smágentuni er "uavklart, men stabil", sum VG orðar seg.
- Í sorgini eru hesi tíðindi ein glotti fyri pápan. Hann veit, at tað gongur betri hjá yngstu dóttrini, og sjálvandi er hann styrktur í trúnni á, at tað fer at ganga væl, sigur advokaturin, Erik Ringberg, við VG.
Tað er nú eisini staðfest við líkskurði, at mamman, sum seinnapartin seinasta mánadag gekk út í sjógvin við øllum trimum børnum sínum, druknaði og var ógvuliga køld, tá bjargingarfólk høvdu fingið hana og børnini lívleys upp aftur úr sjónum. Staðfest er eisini, at sjey og fýra ára gomlu genturnar doyðu av somu orsøk sum mamman.
Sambært VG verða mamman og eldru døturnar jarðaðar í morgin, týsdagin.
Í eina heila viku hevur hin 16 mánaðar gamla smágentan verið í háintensivari viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Pápin hevur sitið við lið hennara, og eitt vinfólk hjá familjuni hevur sagt við heimasíðuna - nordlys.no - at fleiri hundrað fólk úr Sudan, haðani foreldrini hava sínar røtur, hava vitjað á sjúkrahúsinum, har tey hava víst pápanum stuðul og samkenslu.
Sunnudagin luttóku fleiri enn 1500 fólk í einum minningarhaldi í Tromsø fyri at vísa hart raktu familjuni samkenslu. Advokaturin, Erik Ringberg, sigur, at pápin er ógvuliga takksamur fyri kærleika og umsorgan, sum er vístur familjuni hesa seinastu vikuna.
Eitt innsavningarátak er sett í verk til tess at veita familjuni stuðul til jarðarferð, flogferðir og aðrar útreiðslur í samband við hendingina, og higartil er komnar 260.000 norskar krónur. Pápin hevur nevniliga flogið til Oslo, har hann hevur sitið yvir børnum sínum - og nú at enda yvir hini 16 mánaðar gomlu, sum eftir er á lívi.
Pápin var til arbeiðis, tá syrgiliga hendingin fór fram. Løgreglan fekk fráboðan frá einum vitni, sum hevði sæð tóma barnavognin og spor í kavanum og oman móti sjónum. Støðleiðarin í Tromsø, Anita Hermandsen, sigur, at løgreglan seinni hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum sóu tóma barnavognin henda feigdardag um 16.30-tíðina.
Eingi vitni eru, sum hava sæð ungu mammuna fara út í sjógvin við børnunum. Tað var myrkt, frískur vindur og kavaælingur. Familjan, sum eru flóttar úr Sudan, hevur búð í einari tvey-mansíbúð og júst henda dagin, tá hendingin fór fram, hevði mamman luttikið á einum skeiði fyri flóttar í norskum.