Nú er slógv í tangunum

Nýggja virkið hjá Salmon Proteins á Eiði, sum skal viðgera slógv frá alivinnuni, er farið undir at savna slógvið saman. Verulig framleiðsla byrjar um einar tíggjar vikur

Teir eru farnir undir at heinta slógv til virkið hjá Salmon Proteins á Eiði. Framleiðslan byrjar um einar tríggjar vikur ella so, sigur stjórin á virkinum.
Tveir serútgjørdir tangabilar síggjast av og á við alibrúk og kryvjivirki hjá alivinnuni kring landið. Hetta eru bilarnir, sum koyra runt at savna slógvið frá alifiskinum, sum viðgerast skal á nýggja virkinum á Eiði.
Jógvan Emil Nielsen, stjóri á Salmon Proteins, sigur, at hóast teir eru farnir at savna inn slógv og lata í stóru goymslutangarnar, sum settir eru upp sunnan fyri virkið suðuri undir Skúlagerðinum, fer sjálv framleiðslan at bíða nakrar dagar enn.
Teir eru í ferð við at leggja seinastu hond á sjálvar bygningarnar, og fólk er í holt við at montera tað seinasta í samband við verksmiðjuna.
Jógvan emil Nielsen væntar, at eini fýra fólk verða knýtt at virkinum, nú byrjað veðrur. Umframt hann sjálvan skal ein maskinmeistari vera at passa sjálva verksmiðjuna, og so eini tvey arbeiðsfólk afturat.
Umframt koma so tveir bilførarar hjá flutningsfelagnum Hans Egil Joensen & Synir á Eiði, sum hevur fingið til uppgávu at savna slógvið kring landið og flyta tað til Eiðis.
Til tað arbeiðið hevur felagið fingið serútgjørdar bilar, sum koyra runt við leysum tangum, ið settir verða við alibrúk og kryvjivirki. Tá fult er, verða teir so skiftir um við aðrar, sum bilurin hevur við.
Tangarnir eru serútgjørdir og sera væl tryggjaðir, greiðir Jógvan Emil Nielsen frá. Teir eru gjørdir í tveimum, har ein stórur tangi er at fylla í. Um so er, at tað flýtur yvir, rennur einki út, uttan fer beinleiðis í ein tiltakstanga, sum bygdur er fastur í hin tangan. Sama er við ventilskipanini, sum eisini er dupult, sigur Jógvan Emil Nielsen.