Síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður klokkan 13 leygardagin. Aganevndin hjá FSF gjørdi í fyrradagin niðurstøður í tveimum kærum um dystir í 1. deild, og harvið er tað greitt, at endaliga úrslitið av kappingini í 1. deild verður staðfest seinnapartin leygardagin.
Svarið upp á spurningin um, hvat lið skal flyta upp saman við FC Suðuroy, hevur verið tengt at, hvussu tað fór at verða við kæruni hjá TB. Tvøramenn taptu í triði síðsta umfari 2-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB. TB kærdi síðani um, at tríggir spælarar høvdu verið á HB liðnum, sum ikki høvdu loyvi at spæla við, tí teir hava verið á besta HB liðnum eftir at freistin fyri niðurflyting var farin.
Aganevndin gav ikki TB viðhald í kæruni. Sagt verður, at teir tríggir spælararnir leiktu við HB í fjórði seinasta umfari, og at teir sostatt fluttu niður áðrenn triði seinasta dyst.
Avgerðin hevur við sær, at tað nú er púra greitt, at AB er stórfavorittur at flyta upp. AB fær í síðsta umfari vitjan av FC Hoyvík, meðan TB skal spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
Bæði AB og TB hava 58 stig, men málmunurin hjá AB er +50, meðan hann hjá TB er +44. Um uppflytingin skal gleppa AB av hondum, so skal TB leygardagin vinna við sjey málum fleiri í Streymnesi, enn AB vinnur á heimavølli ímóti FC Hoyvík. Tað tykist rættuliga lítið sannlíkt.
Hina kæruna átti HB, sum alt heyst hevur verið í niðurflytingarvanda, men sum er komið undan niðurflytingini, nú tað er greitt, at stigini, sum vóru vunnin ímóti TB, verða verandi í posanum.
HB kærdi EB/Streym fyri at hava nýtt ólógligan spælara, tá ið teir í Sundalagnum 5. oktober vunnu 3-0 á heimavølli ímóti HB og harvið tryggjaðu sær framhaldandi rætt at spæla í næstbestu deildini.
Talan var um spælara, sum var skrásettur á Skála. Fyrr í summar gjørdu Skála og EB/Streymur pappírsarbeiðið, sum skuldi til fyri at flyta spælaran av Skála og í Sundalagið, og fráboðan hesum viðvíkjandi varð send FSF skrivstovuni. Men umsitingarligt mistak í FSF bar við sær, at flytingin ikki varð skrásett, sum hon átti at verið.
Aganevndin heldur ikki, at óhepna støðan kann lastast EB/Streymi, og tískil gav aganevndin ikki HB viðhald í kæruni.
Undan síðsta umfari er tað greitt, at tað verða 07 Vestur og FC Hoyvík, sum flyta niður úr næstbestu deildini. Víkingur og EB/Streymur hava 31 stig, HB hevur 30 stig, FC Hoyvík hevur 26 stig, og 07 Vestur hevur 0 stig.










