Nú er Sjóvinnuhúsið fult

Tórshavnar býráð skal brúka 4,3 milliónir afturat upp á umstrídda Sjóvinnuhúsið á Vestara Bryggju

Nú hevur tað eydnast at leiga alt tað umstrídda Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju, út.

Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum.

 

Tað er greitt, at Fróðskaparsetrið skal leiga aðru, fjórðu og fimtu hædd fyri slakar 4,6 milliónir krónur um árið og Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt tann leigusáttmálan.

 

Fróðskaparsetrið skal sjálvt rinda fyri tær tillagingar, sum skulu gerast. Hinvegin skal býráðið standa fyri arbeiðnum at gera fyrilestrarsalin lidnan. Hann verður í sjálvadi silo´ini og tað arbeiðið kostar 4,3 milliónir krónur.

 

Tórshavnar Býráð hevur eisini játtað ta upphæddina og ætlanin er at arbeiðið skal vera liðugt seint í summar, ella tíðliga í heyst.

 

Bogi Andreasen sigur, at nú er hvør fermetur í Sjóvinnuhúsinum útleigaður, og tað stendur enntá onkur á bíðilista. Umframt Fróðskaparsetrið, skulu Filmshúsið og Klippfisk húsast í húsinum, umframt aðrar fyritøkur.

 

Hann sigur, at nú verður eisini roynt at fáa lív í bygningin, har Bacalao helt til.

 

– Tað er ein ávísur áhugi fyri Bacalao húsinum og nú fara vit at royna at fáa nyttu burtur úr tí húsinum eisini, sigur formaðurin í Vinnunevndini. 

 

Men hann sigur, at tað er ongan veg komið enn, so enn er ov tíðliga at siga meiri um tað.