Nú er nýggja sjálvtøkan hjá Bank Nordik sett upp í Heilsumiðstøðini á Strondum. Gamla sjálvtøkan varð tikin niður, tá Bank Nordik seldi bygningin, har sjálvtøkan var áður.
Í august mánaði í fjør gjørdi Bank Nordik vart við, at bankin seinastu tíðina hevði dagført flestu sjálvtøkur bankans, og í hesum sambandi hevði bankin mett um yvirskipaðu nýtsluna og tørvin á sjálvtøkum kring landið.
- Hetta hevur eitt nú havt við sær, at vit í næstum fara at seta upp eina nýggja sjálvtøku á Strondum. Nýggja sjálvtøkan kemur í staðin fyri sjálvtøkuna, sum fyrr í ár varð tikin niður, segði bankin.
Nú kunnu so fólk í Sjóvar kommunu og á vestara armi á Skálafjørðinum annars fegnast, tí nú er nýggj sjálvtøka sett upp í Heilsumiðstøðini á Strondum.