Nevnir tú flogbólt í Sørvági, sleppur tú ikki undan at nevna Jákup á Stongum, ið umframt at eiga spælarar á bæði kvinnu- og mansliðnum hjá SÍ, eisini er ein av drívandi eldsálunum í felagnum. Hann var sum vera man fegin, nú tað í ár eydnaðist kvinnunum at vinna steypafinaluna.
– Eg síggi soleiðis upp á tað, at sirkulin er komin runt, nú kvinnurnar við steypafinaluni í ár og føroyameistaraheitinum í fjør eru á toppinum. Nú eru vit har, og so er spurningurin, um vit klára at halda okkum har uppi, sigur Jákup á Stongum.
– Tað er stórt, at kvinnurnar nú eru komnar upp á toppin. Vit vita, at tað kann vera so skjótt, at tað fer hinvegin, tí bygdin er ikki so stór. Alt fólkið er við í flogbóltinum, men tað eru jú ikki allir árgangir, sum kunnu geva okkum tað, hesin árgangurin nú hevur givið okkum.
Jákup staðfestir, at kvinnufinalan var góð og at bæði lið vístu fínt flogbóltsspæl allan vegin ígjøgnum. Og hóast hann er sigurssælur, hevur hann eisini rósur at bera kvinnuliðnum hjá Fleyr:
– Fleyr-liðið er gott, og tað verður óivað uppaftur betri við tíðini, tí tær hava hæddina og eru kimiligar eisini. Tað var sanniliga gott, at vit vunnu nú, tí tað er ikki vist, at tað verður so lætt næstu ferð, sigur Jákup á Stongum.