Gongst sum ætlað, verður tað um hálvtannað ár, at farið verður undir at bora nýggjar tunlar Norður um Fjall.
Tað staðfestu tinglimir fyri samgonguna í Løgtinginum í gjár. Eftir langtíðarætlanini, sum varð løgd undir undanfarnu samgongu, og sum hendan samgongan hevur hildið fast í, skal farast undir Tunlarnar Norður um Fjall í 2022.
Men tunlarnir eru so hættisligir, at strongt hevur verið á at framskunda arbeiðið. Og í Løgtinginum í gjár gjørdu umboð fyri samgonguna greitt, at semja er um, at framskundað arbeiðið. Sostatt verður farið undir tunlarnar Norður um Fjall beint sum arbeiðið at bora nýggja Hvalbiartunnilin er liðugt.
Og gongst sum ætlað, kann sostatt farast undir arbeiðið at bora tunlarnar Norður um Fjall um hálvtannað ár, ella um ársskiftið 2019-2020, ella so, søgdu løgtingsumboð fyri samgonguna, og sostatt er arbeiðið framskundað í tvey ár.