Nú er Súni stjóri í øllum

Súni Schwartz Jacobsen verður forstjóri í fýra út av fimm fyritøkum undir nýggja samtakinum Betri P/F - fyrr TF Holding.

Áður hevur verið tosað um, at Súni Schwartz Jacobsen hevur nógv vald í TF Samtakinum. 

 

 

Men tað valdið er lítið í  mun til tað, sum forstjórin nú hevur. Tí í dag hevur samtakið skift samleika og bygnað og nú er Súni Schwartz Jacobsen forstjóri í Eik, í Tryggingarfelagnum, í BetriPensjón og móðurfelagnum Betri P/F, fyrr TF Holding. 

 

 

Tað einasta felagið undir samtakinum, har Súni Schwartz ikki er forstjóri er í nýggja Betri Heim - húsameklingarfyritøni. Har er hann nevndarformaður. 

 

 

Áðrenn í dag var Súni Schwartz Jacobsen einans stjóri í Eik og móðurfelagnum TF Holding. Nú er valdið hjá Súna Schwartz vaksið munandi við heili fýra forstjórasessum og einum nevndarformanssessi. 

 

 

Hetta skrivar samtakið í tíðindaskrivi. 

 

 

Samtakið er nú skipað við móðurfelagnum Betri p/f og dótturfeløgunum Betri Banki, Betri Trygging, Betri Pensjón, umframt Betri Heim, sum er dótturfelag hjá bankanum. Hesi feløgini eru stjórnað soleiðis:

 

  •   Betri p/f
    Arni D. Brattaberg, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri

     

     

  •   Betri Banki p/f
    Torben Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri

     

     

  •   Betri Trygging p/f
    Lars Bonde, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Jean Djurhuus, stjóri

     

     

  •   Betri Pensjón p/f
    Bogi P. Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Helgi L. Petersen, stjóri

     

     

  •   Betri Heim p/f
    Súni Schwartz Jacobsen, formaður og Kára á Dunga, stjóri