Rúni Vang Poulsen, sum hevur virkað sum stjóri í Smyril Line, síðani Petur Holm varð frákoyrdur 16. juni, er í dag tilnevndur nýggjur stjóri í Smyril Line.
Nevndin boðar í tíðindaskrivi frá, at, at Rúni Vang Poulsen, sum síðani 16. juni 2010 hevur verið konstitueraður stjóri, í dag er tilnevndur nýggi stjóri felagsins.
- Rúni Vang Poulsen hevur síðani 2006 verið fíggjarstjóri. Við seinastu átøkunum hansara í huga, og við støði í hansara kunnleika og royndum, metir nevndin, at hann er rætti maðurin at halda áfram. Rúni Vang Poulsen fer at tryggja framhald í leiðsluni og fer at ganga á odda fyri tí framhaldandi jaligu gongdini í P/F Smyril Line, sigur nevndarformaður, Klaus Kjærullf vegna nevndina í P/F Smyril Line.