Peter Krogh telist millum bestu bakkarnar og verjuleikararnir í føroyskum hondbólti, og tí kom tað dátt við at hann ikki var við til dystin hjá føroyska landsliðnum í Montenegro.
Orsøkin var, at unnusta hansara var við barn, og at hon ikki hevði føtt enn. Peter Krogh vildi vera hjá familjuni til hesa gleðistund, og nú er hon upprunnin.
Eftir taktikkfundin hjá føroyska landsliðnum á Hotel Ringkjøbing nærhendis leikvøllinum í Skjern, kundi Sonni Larsen, landsliðvenjari, geva gleðiboðini til hópin.
-Peter hevur fingið eina lítla gentu og øll familjan hevur tað gott, segði Sonni Larsen við leikararnar, og greiddi frá at Peter í hesum løtum er á veg til Danmarkar.
Tí verður Peter Krogh eftir øllum at døma við til dystin móti Danmark, ið verður leiktur í Skjern Bank Arena leygardagin klokkan 15.10 føroyska tíð.
Tí er hópurin tann sami sum var úttikin av fyrstani tíð. Men Allan Norðberg er enn í ferðalagnum, og hann er til reiðar at trakka til um tað skuldi verið tørvur á tí - Eitt nú um ein skaði er ov ringur hjá onkrum leikara.
Fysioterapeuturin, Beinta Bendix Laursen hevur meldað allar leikarar klárar, men Sonni Larsen sigur seg halda allar møguleikar opnar.