Síðsta leygardag á jóansøku og aftur mikukvøldið í Hósvík var tað Sølmundur, sum vann á annars sigursvanda Rádna í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum.
Í dag var kappingin í Fuglafirði, har Rádni róði í heimasjógvi, og tað megnaðu tær úr Fuglafirði við manér.
Rádni sprakk avstað, og Rádni var allan kilometurin fremstur.
Eina løtu var tað mest sum leyst aftur til Sølmund, men tær á gula bátinum reistu seg eftir ikki serliga góða startin. Í endaspurtinum át Sølmundur seg støðugt inn á Rádna, men fjarstøðan var so mikið stór, at tað ikki eydnaðist teimum á Sølmundi at fáa fatur aftur á Rádna.
Rádni vann á norðoyastevnu, og Rádni vann í dag. Á jóansøku og á sundalagsstevnu vann Sølmundur.
Harvið hava báðir hesir bátarnir 26 stig, og tískil er FM kappingin púra opin, nú tað resta tríggjar kappingar.
6-manafør kvinnur
1 Rádni 05.05.28
2 Sølmundur 05.07.33
3 Páll Fangi 05.25.06
FM støðan
1 Rádni 26
2 Sølmundur 26
3 Páll Fangi 19










