Nú er nokk við øllum hesum fótbóltinum

ÓRÆTTVÍST Tað má halda upp at at fótbólturin fer við so nógvum skattakrónum heldur forkvinnan í teknisku nevnd í býráðnum í Havn

- Nú er nokk við øllum hesum fótbóltinum.
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráði, tók eina djarva støðu, tá ið býráðið í gjárkvøldið viðgjørdi eina umsókn um at játta 35 milliónir til at byggja Tórsvøll í Gundadali út fyri.
Hon kunngjørdi bart út, at hon heldur, at nú hevur fótbólturin fingið nokk og at hetta má halda uppat.
Hon heldur, at málið um at játta so nógvan pening til Tórsvøll, er eitt sera álvarsligt mál.
- Veruleikin er, at bæði Havnin, og landið sum heild, eru við at avtoftast, men íløgur í Tórsvøll, skapa í hvussu so er ongan vøkstur.
Hon sigur, at hon hevur einki ímóti fótbólti, men hon heldur, at tað er blóðskeivt at fótbólturin fer við so stórum parti av íløgunum hjá Tórshavnar Býráð, fram um allan annan ítrótt, og fram um allar aðrar íløgur í kommununi.
- Tað skeiklar íløgupolitikkin hjá býráðnum, heldur hon.
- Vit hava eina langa røð av íløgum, sum bíða. Vit skulu hava golfvøll og svimjihøll og musikkskúla. Støða skal takast til, hvat vit skulu gera við Kommunuskúlan, og vit hava eina miðbýarætlan, sum skal fremjast og eina brúgv um Sandá, sum skal gerast. Vatnið í Kollafirðið krevur ábøtur og vit hava tosað um geva tónleikarum eitt hús at spæla í og mangt, mangt annað, sum skal gerast.
- Miðbýurin er steindeyður og vit hava eitt undirskot upp á 2000 kvinnur í Føroyum, men vit blíva bara við at tveita pengarnar í fótbólt.
Tí mælti Marin Katrina Frýdal staðiliga til, at býráðið ikki játtaði pengarnar til Tórsvøll, men at spurningurin verður tikin upp í sambandi við fíggjarætlanina fyri næsta ár og eina langtíðarætlan fyri kommununa.

Ikki búgvið
Eisini Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, var ímóti at játta pengarnar og eisini hann mælti til at spurningurin verður tikin upp í sambandi við fíggjarætlanini fyri næstu árini.
Hann helt annars at hetta er ein góð verkætlan, men tíðin er avgjørt ikki búgvin til at fara undir hana nú.
Hann heldur, at tað er ikki samanhangur í at játta hesar pengarnar, samstundis sum limir í samgonguni tosa um at gera fimleikarhallir, golfvøll, djórapark og annað mangt.
- Her er onki skil í, tí vit mugu gera eina langtíðarætlan, har hetta eigur at vera ein partur, sigur Bogi Andreasen.
Bæði Marin Katrina Frýdal og Bogi Andreasen vístu á, at hesar 35 milliónirnar, sum býráðið nú skal játta, eru bara byrjanin, tí tørvur verður á nógv meiri pengum til Tórsvøll.
Marin Katrina Frýdal hevur fingið upplýst frá umsitingini hjá kommununi, at ætlanin er, at Tórshavnar Býráð skal játta heilar 62 milliónir til Tórsvøll hesi næstu árini.

Ein dáragerð
Men tað er ongin í býráðnum, sum eru samd við teimum, hvørki floksfelagir ella mótstøðufólk.
Allir hinir politikarar eru samdir um, at hetta er ein góð íløga og summir hildu enntá, at hetta ger sítt til at skapa tann trivnað, sum krevst fyri at fáa fólk at støðast.
Aðrir býráðslimir vístu eisini á, at afturat teimum 35 milliónunum, sum býráðið kemur við, kemur altjóða fótbóltssambandið FIFA, við 50 milliónum.
- Vit fáa 50 milliónir í fremmandum pengum til landið og tað skapar nógv virksemi í Havnini og í landinum annars, halda politikarar.
Teir eru eisini samdir í, at fótbólturin skapar nógv annað virksemi í sambandi við, at útlendsk lið koma higar at spæla.
- Tí er tað ein dáragerð at siga nei til hesa játtanina, siga býráðslimir.
Landsliðið kann missa
heimavøllin

Áki Bertholdsen

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 35 milliónir til at byggja Tórsvøll út fyri. Peningurin skal játtast hesi næstu trý árini.
Talan er um eina útbygging, sum kostar 85,5 milliónir, men hinar írestandi 50 milliónirnar koma frá FIFA og aðrastaðni.
Útbyggingin fevnir um at gera eitt FSF hús við syðra enda á Tórsvølli og somuleiðis skal tak leggjast á áskoðaraplássini við eystursíðina og gera tilhoyrandi høli og hentleikar í tí sambandi.
Annars skal Tórsvøllur gerast liðugur í trimum stigum.
Tað, sum nú er samtykt, er fyrsta byggistig.
Annað byggistig er at fáa áskoðaraplássini á vestursíðuni undir tak við tilhoyrandi hølum og hentleikum og triðja byggistig er at byggja oman á fimleikarhøllina, Fimi, og at gera torg á syðru síðu.
Ein leyslig meting sigur, at tilsamans fer tað at kosta yvir 100 milliónir krónur hesi næstu árini.
Sum tað er upplýst, skal Tórshavnar Kommuna rinda 62 milliónir og FIFA og onnur rinda restina.

Missa heimavøllin
Upplýst varð á býráðsfundinum í gjárkvøldið, at verður Tórsvøllur ikki gjørdur liðugur, kann føroyska landsliðið missa heimavøllin, tí so verður hann ikki góðkendur í FIFA.
Ongin annar vøllur er góðkendur longur, heldur ikki tann á Toftum, so verður Tórsvøllur ikki gjørdur, noyðist landsliðið kanska skjótt uttanlands at spæla sínar heimadystir.
- Tá eru vit sett 20 ár aftur í tíðina og eru aftur har, vit byrjaðu, tá ið vit spældu heimadystir okkara í Landskrona, og tað kann ikki bera til, søgdu býráðslimir.
Á býráðsfundinum lá eisini í kortunum, at endamálið við hesum er, at Tórsvøllur skal verða okkara Tjóðvøllur og tað verður har, at okkara landsdystir skulu spælast í framtíðini.
Á býráðsfundinum atkvøddu níggju býráðslimir fyri at játta Tórsvølli 35 milliónir og tveir, Marin Katrina Frýdal og Bogi Andreasen, atkvøddu ímóti, sum tað sæst í hinari greinini.
Tveir býráðslimir vóru ikki á fundi.