Nú er neyðugt at spyrja føroyingar

-Tað er ikki meiri at samráðast við danir um, heldur Miðflokkurin

-Tað er ongin orsøk til at halda fram við samráðingunum við danir um fullveldið.

Tað heldur Bill Justinussen, skrivari hjá tí minsta andstøðuflokkinum, Miðflokkinum.

Hann sigur, at tað nú er neyðugt, at føroyingar sleppa at siga sína hugsan um framtíðarstøðu Føroya á eini fólkaatkvøðu.

Men Bill Justinussen sigur, at tað skal verða ein fólkaatkvøða, har veljarin fær fleiri møguleikar at velja ímillum, líka frá óbroyttum heimastýri til loysing, so at allir møguleikar verða lýstir.

-Tað, sum hevur størst týdning er at vita, hvat føroyingar sjálvir vilja innast inni. Og á eini fólkaatkvøðu sleppur veljarin at taka støðu útfrá teimum treytum sum eru við fýra ára skiftistíð, og hvat danir annars kunnu ganga við til. Málið er so mikið væl lýst nú, at føroyingar vita, hvar teir flóta.

Hinvegin heldur Miðflokkurin ikki, at tað er rætt at hava løgtingsval á hesum grundarlagnum.

Bill Justinussen heldur eisini avgjørt, at tað var rætt av landsstýrinum at tvíhalda um, at danir skulu viðurkenna, at vit eru ein tjóð.

-Vit hava altíð følt okkum sum eina tjóð. Spurningurin er bara fyrst og fremst um vit eru ein tjóð í eygunum á øðrum tjóðum. Men nú er tað so sligið fast, at danir meta okkum ikki sum eina tjóð í altjóða høpi og haldi, at tað var rætt av landsstýrinum ikki at slaka í hesum sambandi. Landsstýrið heldur, at hesin trupulleikin kann loysast við einum brævi til ST, men tað dugi eg ikki at meta um, sigur Bill Justinussen.