Eitt tað besta, myndugleikarnir kunnu gera fyri at tálma avleiðingunum av korona, er at seta fleiri almenn arbeiði ígongd.
Tað sigur Vinnuhúsið í eini almennari fráboðan nú á miðdegi.
Fyri fyritøkur, sum eru komnar illa fyri, er størsta hjálpin at land og kommunur halda lív í virkseminum og ikki fara at útseta verkætlanir.
– Og tað ber til at seta enn meira ferð á eftirspurningin, og verður tað gjørt, minkar tørvurin á hjálparpakkum eisini, sigur Vinnuhúsið.
Her hugsa tey um allar ábøtur á vegir, tunlar og brýr, sum liggja á láni hjá Landsverki at gera.
Landsverk, hevur í áravís boðað frá, hvussu ringum standi vegakervið og almennir bygningar eru í, og nú er stundin at fara í holt við tær ábøturnar, sigur Vinnuhúsið.
Somuleiðis eru nakrar almennar verkætlanir, sum eru komnar í drag, tí tað er so nógv virksemi í landinum.
– Nú er tíðin komin at taka hesar framaftur og fáa gongd á tær. Her verður hugsað um Barnaheimið, heim fyri børn og ung við autismu, umframt heim til børn og ung við avbjóðingum.
– Við at stimbra eftirspurningin og halda virkseminum gangandi, umframt at seta nýggjar verkætlanir í gongd, hevði tað eisini gagnað fleiri øðrum fyritøkum í landinum enn akkurát teimum, sum skulu gera arbeiðini.
– Virksemið hevði breitt seg sum ringar á vatninum og hevði eisini ávirkað aðrar vinnur, eitt nú handilsvinnuna, flutningsvinnuna og matstovuvinnan, sum í løtuni hevur eitt ávís tilknýti til tær verkætlanir, sum, hóast alt, eru í gongd enn, sigur Vinnuhúsið.
Men ein partur av hesum er eisini, at myndugleikarnir avgreiða tey mál, tey fáa til viðgerar
– Føroya Arbeiðsgevarafelag er kunnað um, at byggimál koma í drag, tí umsóknir og góðkenningar av ymiskum slagi ikki verða avgreiddar, sigur Vinnuhúsið.